Bint eina bamsu til ugga fyri eitt barn
Lívsstílur
Bint eina bamsu til ugga fyri eitt barn
Ein bamsulummavinur er ein lítil bamsa, sum politisturin kann hava í lummanum – klár til at veita barninum ugga í einari svárari støðu.
Eftir: Anniku Kunoy Im 24.04.2024

– Onkuntíð kann lívið hjá einum barni vera órímiliga hart. Politistar eru ofta ímillum tey fyrstu á staðið, tá ið okkurt álvarsamt er hent, og vit halda altíð serligt eyga við, um eitt barn er partur av hendingini. Ein bamsulummavinur er ein lítil bamsa, sum politisturin kann hava í lummanum – klár til at veita barninum ugga í einari svárari støðu, soleiðis skrivar Føroya Politi á Facebook vanga teirra í dag.

Hugskotið um bamsulummavinir fekk politsturin Astrid úr Norðurjyllandi, ið hevur gjørt eina lætta uppskrift til at binda ella hekla fittu bamsuna burtur úr tógvrestum. Í síðstu viku royndi bindiklubburin hjá Føroya Politi at binda bamsulummavinir, og væl var latið at.

Um tú kundi hugsað tær at roynt uppskriftina, kann hon heintast her: https://politi.dk/.../bamselommevenner-opskrift-web.pdf

Er onkur, ið vil lata politinum bamsulummavinir, taka tey fegin ímóti, og bamsurnar kunnu latast inn í avgreiðslunum hjá politinum kring landið, og yvirlit yvir tær sæst her: https://politi.fo/politistoedir