Eivør Pálsdóttir: “Tey kreativu tingini kveikja mína lívsgleði”
Lívsstílur
Eivør Pálsdóttir: “Tey kreativu tingini kveikja mína lívsgleði”
Eivør Pálsdóttir um besta barnaminnið, um at angra, vera eydnusom og um kærleikan til tað kreativa. 
Eftir: Eftir Irenu Dam Mynd Sigga Ella  02.04.2024

Hvørji eru bestu ráðini, tú hevur fingið? 
Um tað ikki gongur, so gongur tað yvir.

Hvat er títt besta barnaminni? 
Á floti á Gøtuvík við pápa mínum. Vit plagdu at dyrgja við snellu saman. Eg minnist friðarligu løturnar saman á spegilsblankum sjógvi. Tað milda sirmið kýndi kjálkarnar og smakkaði av salti. Heimurin var kvirrur. Har vóru bara eg, pápi og havið. Tað er eitt gott minni.

Hvat er tín allarbesta síða? 
Hmm... Tað at liva í nú’inum haldi eg meg duga nokkso væl.  

Annars, so haldi eg ikki, at vit skulu ganga og angra ymiskt. Tær avgerðir, tú tekur, bæði tær góðu og tær minni góðu, eru jú allar ein partur av ferðini, ikki so?

Hvør persónur, sum tú hevur hitt í tínum arbeiðslívi, hevur havt serligt árin á teg? 
Tað eru nógv ymisk fólk, sum eg havi hitt á leiðini, sum hava ávirkað meg nógv og eru við til at forma meg, men maður mín, Tróndur, er í toppinum á so mangan hátt.

Um tú kundi valt heilt sjálv, hvønn kundi tú so hugsað tær at fingið eitt gott kaffiprát við? 
Uha, eg hevði væl tímað at fingið eitt kaffiprát við Leonard Cohen, Nick Cave ella Dalai Lama.

Hvørja avgerð hevur tú angrað? 
At eg ikki lærdi meg at spæla klaver tíðliga í lívinum. Annars, so haldi eg ikki, at vit skulu ganga og angra ymiskt. Tær avgerðir, tú tekur, bæði tær góðu og tær minni góðu, eru jú allar ein partur av ferðini, ikki so?

Nær ert tú allarmest eydnusom? 
Løtan, tá eg føli, at ein sangur er um at taka sítt endaliga skap. 
Eg elski tey kreativu tingini í lívinum. Alt frá at skriva, mála og at kokkast í einum køki. Hesi tingini kveikja mína lívsgleði.