Góð ráð móti PMS
Lívsstílur
Góð ráð móti PMS
Verður tú eisini ofta illa fyri, áðrenn tú fært menstruatión? Hetta kanst tú sjálv gera fyri at koma sum best burturúr
Eftir: Kvinnu / Mynd: Veitari 14.03.2024

Eitt ringt útbrot av PMS kann geva bæði likamligar og sálarligar kvalir. 70-80 prosent av øllum kvinnum hava fortreð áðrenn menstruatiónina, og ein út av tíggju kvinnum eru so mikið hart raktar av PMS, at tað ávirkar gerandisdagin.

Hetta kanst tú gera fyri at fyribyrgja

  • Et proteinríkan mat við eini rúgvu av grønmeti og góðum feitti
  • Halt teg frá sukri
  • Droppa koffein, nikotin og rúsdrekka
  • Rør teg minst 20 minuttir hvønn dag
  • Meditera í 10 minuttir, tá tú ert í ringum lag
  • Ger ein sykluskalendara og boða familjuni frá, nær PMS liggur, so tey vita, hví tú ert í ringum lag
  • Legg týdningarmiklir fundir og framløgur eftir, nær tú ert best fyri í tíni syklus
  • Fá hjálp frá lækna og sálarfrøðingi, um tekinini eru ógvislig