Tú kanst fáa eitt gott lív eftir rúsbundinskap
Lívsstílur
Tú kanst fáa eitt gott lív eftir rúsbundinskap
Á viðgerðarstovninum Heilbrigdi arbeiða tey við at hjálpa menniskjum, sum eru komin út í misnýtslu av rúsdrekka og rúsevnum. Hetta er ein stórur trupulleiki í Føroyum, men við hjálp ber tað til at fáa ein innihaldsríkan gerandisdag og eitt gott lív aftur, fortelur Annika Holm, stovnsleiðari, nú vit hava hitt hana til eitt prát um misnýtslu og um hjálpina, sum er at finna til tey, sum hava tørv á henni, bæði misnýtarin og tey avvarðandi.
Eftir: Anniku Kunoy Im / Mynd: Annika Kunoy Im 04.03.2024

Nær er talan um misnýtslu av rúsdrekka og rúsevnum?
Vit tosa um misnýtslu, tá rúsdrekka ella rúsevnið hevur tikið valdið á einum persóni, og tann bundni ikki megnar at koma burtur úr tí sjálvur.

Hvør kann enda í misnýtslu?
Tað kunnu vit øll líkamikið stætt, tign ella starv. Menn og kvinnur. Ung sum gomul.
Á Heilbrigdi koma fleiri menn enn kvinnur í viðgerð fyri misnýtslu, men tað er umráðandi at undirstrika, at hetta bara eru tey, ið koma í viðgerð. Tølini siga einki um, hvussu stórur trupulleikin annars er millum kvinnur. Tað vísir seg tó, at tað enn er meiri tabu fyri kvinnur enn fyri menn at viðurkenna rústrupulleika og at leita sær hjálp.

Eru ávís tekin ein kann halda eygað við?
Ferð eftir ferð hava vit hoyrt misnýtarar siga, at rúsnýtslan fór ov langt, tá tey byrjaðu at javna morgunin eftir við rúsdrekka. Tað er í øllum førum eitt stórt vandatekin. Eitt annað tekin er, tá tann bundni byrjar at goyma og lúgva um nýtsluna, isolera seg og so framvegis.
Eisini byrjar viðkomandi at lova, at hetta var seinastu ferð hann drakk, men so at gera tað aftur umaftur og umaftur, og avleiðingarnar gerast bara verri og verri.

Síggja tit meiri til rúsevni ella rúsdrekka?
Í dag síggja vit nógv av báðum. Tað gjørdu vit ikki fyri nøkrum árum síðan, tá tey flestu vit komu í samband við stríddust við misnýtslu av rúsdrekka. Í dag síggja vit nógva hasj- og misnýtslu av heilivági og øðrum evnum. Ofta er talan um heilivág, ið læknar hava útskrivað, sum síðan verður víðariseldur í býnum. Summi av teimum, ið hava søkt sær hjálp hjá okkum eru vorðin ógvuliga bundin av hesum heilivágnum. Hinvegin, so er rústrupulleikin í Føroyum ikki minkaður, hóast hann er broyttur. Í dag sæst trupulleikin meira javnt í mun til fyrr, tá alkohol varð bílagt í kassum

Tað er umráðandi, at vit eisini vísa á aðrar møguleikar til at hugna sær, soleiðis at rúsdrekka ikki verður so dominerandi til stór tiltøk, at tað er torført at finna nakað at drekka, sum ikki hevur alkohol í. Vit skulu gera tað legitimt at velja rúsdrekka frá

Er trupulleikin við misnýtslu stórur í Føroyum?
Ja, tað er hann. Vit eru ikki aftanfyri lond, vit vanliga samanbera okkum við. Á Heilbrigdinum taka vit ímóti fólki frá 18 ár og eldri. Vit tosa eisini við nógv avvarðandi at bæði ungum og eldri fólki í misnýtslu, sum ikki vita, hvussu tey skulu hjálpa.
Vit síggja, at tað er 'lættari' at goyma og stýra rúsdrekka misnýtslu í nøkur ár - inntil tað also ikki ber til meiri. Men tey hørðu rúsevnini eru ógvuliga bindandi, og tað gongur skjótt niður at bakka.

Eru ávísar tíðir á árinum, har trupulleikin er størstur?
Tær tíðirnar á árinum, har trupulleikin við misnýtslu verður mest sjónligur, er, tá familjurnar skulu vera savnaðar. Tað er ofta um jólini og aðrar høgtíðir. Men nógv av teimum, ið eru bundin av rúsdrekka drekka als ikki, meðan hini hugna sær aftur við til dømis jóladøgurðanum. Tað kunnu tey ikki, tí so megna tey ikki at steðga aftur - men ein persónur, ið mungar eftir at skula drekka og ikki ger tað, drekkur ofta rættiliga nógv seinni, tá høvið býðst. Summi drekka tó alla høgtíðina. Tá er tað ofta ein tung tíð hjá misnýtarum, avvarðandi og eisini endúum misnýtarum, tí tað eru so nógv tiltøk, ið leggja upp til sosiala samveru, og ofta er rúsdrekka á borðinum.
Summurini her heima í Føroyum snúgva seg í rættiliga stóran mun um rúsdrekka - næstan hvørt vikuskifti eru stevnur, festivalar og annað, ið leggur upp til, at vit stuttleika okkum og drekka. Til slík tiltøk er ofta torfort at finna alternativ, og ofta skalt tú leita leingi eftir at koma framat einum staði, har tú fært keypt sodavatn ella bara vatn. So man kann siga, at vit í Føroyum eggja til og læra okkara ungdóm, at um vit skulu hava tað stuttligt og hugna okkum, ja so skal alkohol vera við.

Nær leita fólk sær hjálp?
Tað er aloftast, tá tey hava roynt alt, og einki annað riggar. Tað eru fleiri ting, sum spæla inn her, og vit síggja eisini, at tað er broyting í dag í mun til fyri nøkrum árum síðan, tá fólk í misnýtslu ofta høvdu mist nógv meiri, áðrenn tey søktu sær hjálp - bæði av ognum, koyrikorti og relatiónum. Millum annað eru arbeiðsplássini øðrvísi í dag, tí tey hava hava ein rúsdrekkapolitikk, og starvsfólk fáa ofta meiri forstáilsi frá arbeiðsgevara, kunnu fara í viðgerð og koma aftur til arbeiðis aftaná og so framvegis. Men tað er sera ymiskt, hvussu langt út í misnýtsluni fólk eru komin, áðrenn tey koma í viðgerð á Heilbrigdi, nøkur koma fyrr, meðan onnur eru rættiliga langt gingin.

Hvussu kunnu vit fyribyrgja ovurnýtslu?
Tað eru ymisk ting, sum gera, at menniskju enda í misnýtslu. Summi menniskju verða lættari bundin enn onnur, og tey mugu ansa betri eftir sær, tá tað kemur til nýtslu av rúsdrekka og øðrum rúsandi evnum. Eisini vísa hagtøl okkum, at tey, ið eru uppvaksin í einum heimi við misnýtslu, oftari sjálvi enda í misnýtslu, tí verður alkoholisma eisini ofta kallað ein sosialt-arvalig sjúka.

Tað er altíð betri at bíða við at royna rúsdrekka, serliga fyri tey, ið verða lættari bundin enn onnur, tí fyri summi, so krevur tað bara, at tey drekka einaferð, og so er liðugt. Vit síggja eisini, at fólk kunnu hava betri tamarhald á nýtsluni, um tey royna rúsdrekka fyrstu ferð seinni í lívinum, og ikki tá tey eru heilt ung. Hetta kann tó eisini vísa seg øvugt.

Eg haldi, at tað er umráðandi, at vit eisini vísa á aðrar møguleikar til at hugna sær, soleiðis at rúsdrekka ikki verður so dominerandi til stór tiltøk, at tað er torført at finna nakað at drekka, sum ikki hevur alkohol í. Vit skulu gera tað legitimt at velja rúsdrekka frá.

Hvussu er tað at verða í viðgerð á Heilbrigdinum?
Tá fólk verða innskrivað til viðgerð á Heilbrigdinum, byrjar viðgerðin við avrúsing fyrstu 5-14 dagarnar undir serkønum eftirliti av lækna og sjúkrarøktarfrøðingi. Tá avrúsingin er liðug, byrjar grundviðgerðin, sum byggir á 12-stiga skránna hjá Anonymum Alkoholikarum. Í viðgerðini verður miðað eftir at fáa sjúklingin at kenna alkoholismu og avleiðingar av henni,  til at viðurkenna sína lívsstøðu sum alkoholikari og at geva viðkomandi amboð til at kunna liva eitt lív í edrúskapi og nøgdsemi. Øll, sum hava verið í viðgerð á Heilbrigdinum fáa tilboð um og verða eggjað at møta til eftirviðgerð. Eftirviðgerðin er ein framhaldsviðgerð av grundviðgerðini og verður mett sum ein týðandi partur av viðgerðini sum heild. Eftirviðgerðin tekur støði í at hjálpa edrúa alkoholikaranum at halda fast um positivu menningina og at lætta um skiftið til ein edrúan gerandisdag. Samstundis er eftirviðgerðin við til at fyribyrgja afturfall.

Eisini vísa hagtøl okkum, at tey, ið eru uppvaksin í einum heimi við misnýtslu, oftari sjálvi enda í misnýtslu, tí verður alkoholisma eisini ofta kallað ein sosialt-arvalig sjúka

Hvat ger man sum avvarandi, um ein í familjuni verður raktur?
Tað er ein sannroynd, at tey avvarandi kunnu gerast eins sjúk og misnýtarin, og at hesi hava eins stóran tørv á hjálp, um tey skulu vinna lívsdygdina aftur, og tí bjóðar Heilbrigdi eisini familjuviðgerð, og hon er fyri øll, sum á ymiskan hátt hava verið rundan um misnýtaran og hava verið ávirkað av misnýtsluni og oyðandi atburðinum, sum fylgir við. Avvarðandi eru altíð vælkomin at seta seg í samband við Heilbrigdi, og vit veita bæði ráðgeving og familjuskeið.

Hvøri eru framtíðar útlitini eftir lokna viðgerð?
Tað er krevjandi at vera í viðgerð fyri rúsmisnýtslu, men eitt er at megna tað, meðan tú ert innlagdur, og eitt annað er, at megna tað, tá tú ert aftur í vanliga gernadisdegnum. Vit arbeiða altíð ímóti fullkomnum fráhaldi, tó so eydnast tað ikki beinanvegin hjá øllum - tí er tað natúrligt at detta útí aftur sum misbrúkari. Tað merkir ikki, at ein ikki áhaldandi skal arbeiða ímóti at halda teg frá rúsandi evnum við teimum amboðunum, ið ein fær í viðgerðini.

Tað ber væl til at fáa eitt gott og innihaldsríkt lív, hóast ein einaferð hevur verið bundin at rús- evnum ella drekka. Heilbrigdi lat upp í 1986, og síðan tá hava tað verið á leið 6700 innleggingar. Tað eru mong vælfungerandi menniskju úti í samfelagnum og familjunum, sum fyrr hava stríðst við misnýtslu.

***


Hevur tú ella ein tú ert góð við ein rústrupulleika?
Tað ber til at leita sær hjálp á Heilbrigdinum. Ring 328055  - ella leita meiri kunning á heilbrigdi.fo