Útlendsku orðini eru sum ein bakteria
Lívsstílur
Útlendsku orðini eru sum ein bakteria
Hetta er ein stór avbjóðing hjá føroyska málinum, men við at vera meiri tilvitað um tað og minka um ensk orð sum “awkward”, “crazy” og “OMG”, kann føroyska málið, um ikki annað, blíva uppaftur snøggari og meir flótandi, sigur Sadie Niclasen, sum lesur retorikk, millum annað her í hugleiðing um føroyska málið og samleikan á Móðurmálsdegnum
Eftir: Sadie Niclasen 25.03.2024

Í dag, 25. mars, er móðurmálsdagur. Fyri summi er dagurin helst týdningarleysur, men tað er hann ikki fyri meg. Dagurin hevur týdning, tí at hann fær meg at hugsa um okkara mál og varðveitsluna av tí. Málið er nevniliga ikki líkamikið. Tað hevur stóran týdning fyri okkara samleika – hvørji vit eru sum persónar, men eisini sum føroyingar.

Júst hendan leinkjan millum mál og samleika er blivin meiri týðilig fyri mær, síðan eg flutti til Danmarkar í lestrarørindum fyri sløkum trimum árum síðan. Tað kom serliga óvart á meg, hvussu lætt eg varð ávirkað av mínum umhvørvi. Eg gangi á einum donskum skúla, eg havi donsk vinfólk, eg lesi danskt, eg skrivi danskt og hoyri danskt allastaðni, eg eri. Hetta ávirkar málið, eins og tað ávirkar málið hjá føroysku vinfólkunum og prátið okkara millum. Danismurnar hava sníkt seg inn í mítt móðurmál, og uttan at heilt at vita av tí, eru tær vendingar, sum knýta seg at teimum, endaðar sum ein partur av mínum máltilviti.

Sum næstan útbúgvin retorikari meti eg, at ein hin ógvusligasta avbjóðingin við føroyska málinum er, at tey flestu lesa so lítið

Hetta er harmiligt, tí eg eri ótrúliga errin av føroyska málinum, eisini mínum føroyska máli, sum í grundini er gott. At tosa eitt mál og halda á at tosa eitt mál, sum so fá fólk gera, er serstakt og skal sjálvandi ansast væl eftir. Men tað er ei heldur lætt at varðveita eitt so serstakt mál. Sum næstan útbúgvin retorikari meti eg, at ein hin ógvusligasta avbjóðingin við føroyska málinum er, at tey flestu lesa so lítið. Vit lesa yvirskriftinar á leinkjunum sum poppa upp á Facebook, kanska fyrsta brotið eisini, og um tað er ordiliga áhugvert, binda vit um hálvan fingur og lesa undiryvirskriftinar. Ja, tað er flóvisliga rárt, at eg lesi eina grein frá byrjan til enda. So um tú hevur lisið hertil, íðan, tá ert tú nakað betri enn eg. Tó veit eg, at eg ikki eri einasti “yvirskriftslesarin”. Oftast, um har er ein grein ella uppslag, ið er longri enn 200 orð, fari eg úr síðuni og vendi aftur til Tiktok-appina at hyggja eftir dansivideoum – tað, heldur enn at lesa okkurt við vet meiri innihaldi!


Afturat tí er tað ein retorisk avbjóðing, at føroyska málið ikki hevur eins nógv orð, sum tað enska til dømis hevur. Tískil kennist føroyska málið viðhvørt ikki nóg neyvt, og møguliga eisini eitt sindur keðiligt til tíðir. Størsta avbjóðingin er tó, at nógv orð tykjast so grótføroysk.

Eg fokuseri heldur uppá tað ókenda orðið enn boðskapin í tekstinum. Hetta er eitt sonevnt retoriskt “redflag”, tí um ein tekstur er væleydnaður, skal hann vera greiður og skiljandi fyri lesaran

Tá ið eg lesi ein tekst, ið er skrivaður á grótføroyskum, uttan danismur og ensk orð, so missi eg aloftast lesitráðin. Eg fokuseri heldur uppá tað ókenda orðið enn boðskapin í tekstinum. Hetta er eitt sonevnt retoriskt “redflag”, tí um ein tekstur er væleydnaður, skal hann vera greiður og skiljandi fyri lesaran. Tá um ræður føroyska málið, er henda avbjóðing tó eitt tvíeggjað svørð. Tí tað nyttar lítið at brúka góð, men ókend føroysk orð, um fólk ikki skilja boðskapin, og tískil steðga við at lesa. Hinvegin, einasti máti at læra hesi ókendu orð er at brúka, sprota og lesa tey umaftur og umaftur, soleiðis at orðini so hvørt enda sum ein ósundurskiljandi partur av leysligum práti.

Av hesi grund royni eg at lesa meiri føroyskt, og eri á sprota appini at kalla hvønn dag. Men eg má viðganga, at danskar vendingar og ensk orð eru ein stórur partur av mínum máli. Eitt dømi kundi verið, tá vinfólkini og eg tosa um tvey fólk, ið “hava okkurt” fyri tíðina, men tað kanska er eitt sindur ógreitt, akkurát hvar tey eru í ‘prosessini’, so umrøða vit tað sum eitt “situationship” og ikki “tað at tvey eru góð og ganga saman, men á ongan hátt hava bundið seg til hvørt annað”, eins og Sprotin skjýtur upp. Tað er, rætt og slætt, ov langt og leiðiligt.

Ja, donsku vendingarnar og ensku orðini troka seg inní føroyska málið sum ein bakteria, ið spjaðir seg við rúkandi ferð. Hetta er ein stór avbjóðing hjá føroyska málinum, men við at vera meiri tilvitað um tað og minka um ensk orð sum “awkward”, “crazy” og “OMG”, kann føroyska málið, um ikki annað, blíva uppaftur snøggari og meir flótandi. Hetta hevur okkara flotta og serskilda mál uppiborið.

Góðan móðurmálsdag!