Páskadessert við Mini Eggum
Matur
Páskadessert við Mini Eggum
Hetta dessert-fatið er lætt at gera og smakkar frálíka væl, tá tú skalt borðreiða við onkrum søtum til kaffi.
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen Uppskriftin er gjørd í samstarvi við Damfar 22.03.2024

Marengs
2 eggjahvítar
100 g av sukri

Píska eggjahvítar og sukur luftigt, tjúkt og blankt. Ger ein rundan botn á einari bakarovnsplátu við bakipappíri. Baka marengsbotnin á 140 stigum í 1 tíma og lat botnin standa í ovninum í eftirhitanum.

Krem við fersku og Crunchie
1 pakka av róma (2,5 dl)
1 ílat av súrróma 18%
1 ílat av súrróma 36%
3 smáar dósir av fersku
2 Crunchie frá Cadbury
2 smáar pakkar av Mini Eggs frá Cadbury


Píska róman stívan og píska síðan súrróman í. Sker ferskuna í smáar bitar, hakka crunchie smátt, og rør tað varliga í kremið. Brót Mini Eggini. Brót marengsbotnin í størri stykkir og legg í botnin á einum eldføstum fati. Koyr kremið omaná og enda við Mini Eggum.
Njót beinanvegin, ella set kalt til kaffið er klárt.




Viðkomandi greinar