Poddvarp
Hjálp, eg havi brúk fyri tryggingini - hvussu geri eg?
Lurta eftir 7. parti av poddvarpsrøðini "Vit snakka um pengar"
21.03.2024

Vit snakka um pengar

Hoyr 7. partin her

Sonurin hevur stoytt smoothie á teldilin hjá ommu síni, og nú riggar teldilin ikki.

Ella

Mín vakri urtagarður er skryktur upp við rót í nátt, og trø fyri fleiri túsund krónur liggja nú í sorli. 

Hvat gera vit í slíkum støðum? Tað fara vit at finna útav í hesum partinum um tryggingar, har vit saman við Randi Weihe, kundaráðgeva í Betri Trygging, gjøgnumganga gerandisstøður, vit allar óivað kenna okkum aftur í.

Vertir eru Annika Kunoy Im og Tóra Effersøe Mortensen.

Parturin er stuðlaður av Betri Trygging.

Um røðina

Vit snakka um pengar er poddvarpsrøð hjá Kvinnu í níggju pørtum. Gjøgnum hesar níggju partarnar kava vit í evnið pengar við eini vón um, at vit fáa svar uppá spurningarnar, sum vit ofta ikki tora at spyrja, gerast klókari um okkara egnu viðurskifti og standa á einum sterkari økonomiskum grundvølli við betri vitan og fortreytum.

Fyrstu tríggir partarnir eru um pensjón, síðan eru tríggir partar um bankaviðurskifti og til endans tríggir partar um trygging. Allir partarnir eru at finna á heimasíðu okkara kvinna.fo, Apple Podcasts og Spotify.




Viðkomandi greinar