Poddvarp
Tryggingin kom Vanju til góðar, tá eldur kom í heima
Lurta eftir 9. parti av poddvarpsrøðini "Vit snakka um pengar"
03.04.2024

Vit snakka um pengar

Hoyr 9. partin her

Tá eldur kom í heima hjá Vanju Engskær í Hoyvík fyri nøkrum árum síðan, elvdi tað til stóran roykskaða í heiminum. Hesin skaðin hevði við sær, at familjan mátti flyta heimanífrá í eitt hálvt ár, meðan umfatandi umvælingar vóru gjørdar í húsinum. Í hesum partinum greiðir Vanja frá um hendingina.

Við í prátinum er eisini Rannvá Hall, skaðaviðgeri frá Betri Trygging, sum eisini greiðir frá, hvat vit skulu vita um tryggingar í slíkum støðum.

Vertir eru Tóra Effersøe Mortensen og Annika Kunoy Im.

Prei
Við innbúsroknaranum hjá Betri Trygging kanst tú kanna, um tú ert á beinari leið. Roknarin gevur tær eitt vegleiðandi boð uppá, hvat innbúgvið er vert, og hvat tað tí eigur at verða tryggjað fyri.

Parturin er stuðlaður av Betri Trygging.

Um røðina

Vit snakka um pengar er poddvarpsrøð hjá Kvinnu í níggju pørtum. Gjøgnum hesar níggju partarnar kava vit í evnið pengar við eini vón um, at vit fáa svar uppá spurningarnar, sum vit ofta ikki tora at spyrja, gerast klókari um okkara egnu viðurskifti og standa á einum sterkari økonomiskum grundvølli við betri vitan og fortreytum.

Fyrstu tríggir partarnir eru um pensjón, síðan eru tríggir partar um bankaviðurskifti og til endans tríggir partar um trygging. Allir partarnir eru at finna á heimasíðu okkara kvinna.fo, Apple Podcasts og Spotify.




Viðkomandi greinar