Nýggj várlig Kvinna við eyka býlisblaði
Tíðindi
Nýggj várlig Kvinna við eyka býlisblaði
Nýtt, eyka stórt og várligt blað er í nú sølubúðunum
Eftir: Kvinnu 26.03.2024

Ein nýggj, várlig og vøkur Kvinna er í handlunum nú. Júst fyri Páskir. Gleð teg til góðar greinar, rák og móta, lekkran mat - ja, heili 132 síður við inspirerandi innihaldi og einum eyka stórum býlistema við trimum býlisreportagum og íblástri til býlið.

Í blaðnum er millum annað long samrøða við Lív Næs og Trónd Enni um tónleikin, kærleikan og at seta búgv á Tvøroyri. Eisini fortelur Annika Poulsen um, hvussu tað var, tá maður hennara brádliga varð sjúkur og síðan doyði, og um hvussu illa samfelagið er skikkað til at lofta teimum, sum syrgja.

Tú fært eisini íblástur og uppskriftir til átuligan og spennandi Páskabronsj við øllum góðum til Páskaborðið. Og 10 síður við ráki og íblástri til djarva, føroyska mótan júst nú.

Á býlissíðunum sleppur tú innar í heili trý ymisk heim ymsa staðni í landinum, ið øll eru inspirerandi á hvør sín hátt, tú fært eisini íblástur til innbúgv, plantur, list og DIY. Hetta og mangt annað er at finna í blaðnum, sum er á hillunum nú.

Njót løtuna!

Vit á Kvinnu