Eg elski jólini; hugnan saman við familjuni, jólastákanina í køkinum, jólatónleikin og jólaprýðið. Og so elski eg allar siðirnar, ið eru knýttir at jólunum. Í ár eru vit farin undir ein nýggjan jólasið, nevniliga at gera eitt vakurt etandi jólaborðprýði. Høvuðsborðprýðið á dessertborðinum á jólum í ár verður hetta vakra etandi frukt jólatræið.
Til jólaborðprýðið brúktu vit eitt grillspjót ella træpinn, nógvar tannasteytarar, stjørnu-køkuformar, eitt búgvið ananas, eina sindur óbúna peru og ymsar fruktir, ið okkum dámar.
Okkara jólatræ varð etið skjótt aftaná, at tað var liðugt, og tí kundu vit brúka nógv fleiri fruktir, enn um tað skuldi goymast nakrar tímar. Fruktir, ið lita og missa skap, eru ikki væl egnaðar. Fleiri fruktir eru væl egnaðar til hetta, t.d. víndrúvur, jarðber, bláber, kirsuber, hunangsmelón, kivi við skali og tranuber. Vit brúktu eisini klementinir og bromber, og tað riggaði væl. Banan, súrepli og pera vænti eg ikki rigga væl.
Fyrst verður fruktin vaskað og turkað. Tað, ið skal skerast í minni petti, verður skorið.
Tað ovasta á ananasinum verður skorið av. Um ananasið ikki stendur væl ella beint, kann botnurin eisini skerast av. Sker eini 2-3 tunnar flísar ovast av ananasinum. Sker eina stóra stjørnu úr einari skivu við einum stjørnu-køkuformi. Og ger smærri stjørnur úr hinum báðum skivunum. Stjørnurnar verða goymdar til síðst; stóra stjørnan skal ovast á træið og minnu stjørnurnar verða brúktar sum pynt.
Síðani verður eitt grillspjót ella træpinnur stungin mitt gjøgnum ananasið. Tað er týðningarmikið at ananasið er búgvið - um tað ikki er nóg búgvið, so er torført at fáa spjótið ígjøgnum tað. Peran, ið skal verða eitt sindur hørð, verður síðani sett niður gjøgnum spjótið á ananasið. Eitt petti av grillspjótinum skal verða bert ovast, so stjørnan kann setast á til síðst. Ananasið verður skorið til, so ananasið og peran saman geva eitt pyramidusnið.
So skulu tannasteytararnir stingast í jólatræið. Byrja við at stinga eini 20-30 í ymsastaðni á ananasinum og peruni. Tað er best um tannsteytararnir verða stungnir í í einum vinkli, sum er uml. 45 stig, tí um fruktin skuldi gliðið, so glíður hon niður móti trænum og ikki av tannasteytaranum.
Og so kemur tann stuttligi parturin! Set fruktirnar framm og lat børnini pynta træið. Eg hevði fimm lítlar hjálparar til hetta jólatræið, sum vóru úr trimum árum til 10 ár. Tey hugnaðu sær óført. Við so nógvum lítlum hjálparum er gott við eyka frukt, tí væl verður etið, meðan pyntað verður.
Vit setti fyrst stóru fruktirnar á, t.e. jarðberini og bromberini. Síðani settu vit víndrúvurnar, kivipetti og klementirnar. Lítlu gloppini vórðu fjald við tranuberum og ananas-stjørnum. At enda varð stjørnan sett á toppin.