Bloggur

Fitt páksakort við smáum hondum

Páskakortið verður neyvan nógv fittari enn hetta - kaninirnar gjørdar við lógvaprenti. Tá tú fær so søta páskaheilsan, so er næstan ikki neyðugt við nøkrum øðrum søtum til páskir.
13.04.2022

Her heima eru vit komin væl inn í páskafríðtíðina, og hava virkiliga notið ikki at hava nakað á skrá. Vit eiga nakrar gentur, ið elska at verða kreativar, og tað hevur verið deiligt, at havt tíð til fleiri kreativ projekt. Sjálvt um tað sum oftast er eitt sindur rokaligt, tá øll børnini eru savnað um døgurðaborðið og mála og klippa o.s.fr., so elski eg tær løturnar. Løturnar, tá øll fýra eru saman og gera okkurt sum teimum dámar, hugna sær og skapa minnir.

Eitt sum børnini hava gjørt í ár, og eg haldi verða serstakliga fitt, eru páskakortini. Tey eru einføld at gera, men sera fitt. Og hvør elskar ikki at fáa eina heilsan við einum lógvaprenti á frá einum barni.

Vit málaðu lógvan og allar fingrarnar uttan tummilin. Hondin, við máling á, var varisliga trýst á eitt tjúkt pappír - fingrarnir saman, men glopp millum longutong og lekifingur. Børnin valdu ein annan lit at mála inni í oyrunum, og so teknaðu tey andlitið á við einari tússj. So er bara eftir at skriva eina páskaheilsan á kortið.




Viðkomandi greinar