Tit eru óivað fleiri við mær, ið hava tað eitt sindur tungt um morgnarnar hesa myrku tíðina. Tað er so striltið at koma undan dýnuni, tá tað enn er myrkt úti, og einasta ljóðið eg hoyri er regnið, ið slær móti vindeyganum.
Tá er hugurin mest til at balla seg longur undir heitu dýnuna, men gerandisdagurin bíðar.
Myrku vetrarmorgnarnar dámar mær væl at hugna eitt sindur eyka um við morgunmatarborðið. Gerandisdagar er havragrýn ella havragreytur á morgunmatarskránni her heima. Tað er skjótt og ómakaleyst at gera morgunmatarskálina eitt sindur meiri spennandi við fruktum, berum og nøtum.
Eg haldi eisini, at matarlysturin hjá teimum smæstu er betri, tá morgunmaturin eisini sær eitt sindur fittur út.
Her eru nakrar fittar havrgrýnsskálir, eg havi gjørt til okkara børn, sum hava gjørt sítt til, at myrku vetrarmorgnarnar hava gagnast eitt sindur betri