Bloggur
Heimagjørd hjørtu
Hvør skal forkelast í dag við einum leskiligum og heimagjørdum hjarta?
14.02.2022

At vit skjótt eru komin til miðjan februar, sæst í handilsvindeygunum og í lýsingunum. Februar er vorðin mánaðurin við hjørtum, rósum, sjókulátaeskjum og kærleiksváttanum. Ymiskt er, hvussu nógv verður gjørt burtur úr Valentines; fleiri hátíðarhalda dagin, meðan hjá øðrum er 14. februar ein vanligur dagur. Óansæð, so haldi eg, at tað er eitt gott høvi at vísa kærleika hvønn til annan. Einki sigur “Tú ert serlig/ur”, sum ein heimagjørd gáva.

Ein fittur háttur at fortelja onkrum, at tú ert góð/ur við viðkomandi er at geva teimum hesi heimagjørdu, vælsmakkandi hjørtuni.

Uppskriftin er sera einføld, og sostatt kunnu børn væl verða við at gera hjørtuni. Tey eldri hjá okkum tímdu væl at gera hjørtuni, meðan tey yngru brúktu mestu tíðina at slikka svansuta tilfarið av fingrunum.

Tilfar

45 g smør + smør at smyrja bakiformin

225 g skúmgæti

100 g Rice Krispies

Pynt: Sjókuláta, bomm og krymmel

Soleiðis gert tú

Smør og skúmgæti verður smeltað í eini grýtu, inntil alt er samanhangandi, kleprut deiggj. Rice Krispies verður rørt í grýtuna. Ein bakiformur ella eitt fat verður smurt við smøri, og deiggið verður stoyt í. Bakiformurin verður settur í køliskápið í eini 20 minuttir, ella inntil tað er harðna nakað. Hjørtu verða skorin út við hjartakøkuformum. Vit prýddu okkara hjørtu við reyðum og ljósareyðum bommum og krymmel. Eg blandaði nakað av reyðari fruktfarvu í smeltaða hvíta sjókulátu, og so vórðu nøkur hjørtu dyppað í eina skál við sjókulátuni.

Um tú ynskir at geva hjørtuni sum eina gávu, so er fitt at seta ein grillpinn í og binda eina sloyfu á.




Viðkomandi greinar