Bloggur
Litføgur blómutyssi gráar summardagar
Eitt litfagurt blómutyssi, kann fáa ein annars gráan summardag at tykjast ljósari og lættari.
20.07.2022

Álmanakkin sigur juli, og summarfrítíðin er byrjað. Síðani skúlarnir fóru í feriu, hava verið heldur nógvir gráir summardagar. Eg havi bíða eitt sindur eftir, at summarið skal vísa seg frá einari betri síðu, so dunkurin av sólkremi, sum eg keypti fyrsta sóldagin í mei, aftur kann støvast av og verða smurt á lítlu barnakropparnar.  Men meðan eg leingist eftir betri veðri, so hava børnini hugna sær úti og duga at gleðast um vøkru litirnir í føroyska summarinum.  Eg havi fingið hópin av vøkrum, litfagrum blómutyssum frá døtrunum. Tað kennist eitt sindur sum at taka summarið inn við, tá litfagru blómurnar pynta borðið heima.

Nú ein dagin kom dótturin aftur við einum litfagrum blómutyssi, ið hon hevði heintað.  Í staðin fyri at seta allar blómurnar í ein vasa ella eitt glas, sum vit plaga, so fóru vit at leita eftir øllum glaskrukkunum, vasunum og fløskunum, ið vit áttu. Lítla dótturin hjálpti til at bólka blómurnar, og síðani at deila í vasar, fløskur og krukkur.

Nógvir møguleikar eru at pynta borðið, tá blómurnar eru í fleiri vasum og fløskum.

Ein stuttligut, einfalt og bíligur háttur at pynta borðið í summar. Og tað besta er, at børnini eru við í allari tilgongdini - frá at heinta blómurnar til at pynta borðið.




Viðkomandi greinar