Mær dámar væl at finna nýggir aktivitetir at gera við børnunum. Okkum dámar væl at gera ítriv saman, sum eru stuttlig, men ikki krevja eitt ítrívsrúm ella eru alt ov kostnaðarmikil.
Herfyri royndu vit saltmáling. Tað er stuttligt, lætt, og øll børnini kundu verða við.
Til saltmáling krevst einans tjúkt pappír/karton, salt, vatnlitir og flótandi hvítt lím.
Vit byrjaðu við at tekna mynstur við einum blýanti á tjúkt pappír. Gott pláss má verða millum strikurnar, tí límið verður lagt á blýantsstrikurnar. Tá lím er á øllum mynstrinum, verður ríkiligt av salti stroytt oman á pappírið. Salt skal dekka alt límið. Pappírið verður varisliga rist, so avlopssaltið fer av. Um tú hevur góð tíð, so kanst tú lata límið torna - tað fara vit at royna næstu ferð. Hesaferð so málaðu á, áðrenn límið var tornað, og tað riggaði eisini fínt.
Vit brúktu vanligar vatnlitir, ið vit áttu inni. Tað er ikki neyðugt við nógvum vatni, tí jú minni vatn tú brúkar, jú sterkari verður liturin. Pensilin skal bara líka nerta við saltið, tá málað verður. Tá myndin er liðug, so skal hon liggja vatnrøtt og torna.
Eitt hugnaligt ítrív gamlaárskvøld er at gera nýggjársmyndir - fýrverk á svart karton.