Bloggur
Ukraina - flaggið og landið á einari perluplátu
Bláa og gula flaggið hevur seinastu vikurnar fylt sosialu miðlarnar.  Allur vesturheimurin man í dag vita, hvørt land litfagra flaggið umboðar.
15.03.2022

Eg má ásanna, at eg ikki havi givið Ukrainska flagginum serligt far áður. 30 ára gamla flaggið umboðar gulu hveiti markirnar undir tí bláa himmalinum. Tá ið eg síggi flaggið nú, hugsi eg ikki um hveitimarkir ella bláan himmal, men heldur ein um kríggj, bumbur, ófatiligt dirvi og ein ‘David og Goliat’ bardaga.

Nógv børn eru eitt tíðarskeið hugtikin av fløggum. Tann eina dótturin hjá okkum, hevur í eina tíð perla fløgg,  so nógv fløgg, at hon hevur eina fulla eskju av perlaðum fløggum. Tí var tað nokk so upplagt, at hon fór at perla ukrainska flaggið. Afturat at perla flaggið, so vildu vit perla litirnir á flagginum á eitt kort av landinum. Vit funnu einki mynstur, so vit gjørdu okkara egna. Sum faktist er yvirraksandi lætt!

Vit prentaðu eitt kort av Ukraina út. Kortið løgdu vit undir eina síðu í einum puntutum roknihefti, og teknaðu so kortið av. Ein vatnrøtt strika varð teknað ígjøgnum landið, so eins nógvir puntar vóru á báðum síðunum. Vit byrjaðu mitt inn í landinum og litaðu ein bláan ella gulan prikk har sum perlur skuldu vera. Landamørkini eru sjálvandi ikki beinar linjur, so var máttu vit meta um, um punturin skuldi verða við í mynstrinum ella ikki. Vit brúktu regluna, at um meiri enn helvtin av puntinum var innanfyri landamørkini, so varð punturin litaður, og um minni enn helvtin var innanfyri landamarkið, so var tann punturin ikki litaður.  Síðani varð hetta kortið aftur avritað, so bara prikkarnir vóru á nýggja pappírinum, og sostatt høvdu vit eitt perlumynstur, ið var lætt at perla eftir.




Viðkomandi greinar