Fyri tíðina livir henda familjan eitt sera hektisk lív. Hvørt kvøld messa vit foreldur tað sama: ”Tit mugu tíðligaa í song, tí vit skula tíðliga upp”. Hvønn morgun endurtekur søgan seg. Vit koma ov seint upp, tí øll allíkavæl komu ov seint í song.
Tá eg varð fødd, fekk mamma mín eitt a-barn. Og sama um eg havi verið úthvíld, teenagari ella bara almindiliga vaksin, so eri eg enn eitt a-menniskja. Eg eri boðin í fleiri bindiklubbar, men; gloym tað! Eg eri slaktað, tá kvøldið kemur og sovni allaroftast við børnum. Tá eg so sovni tíðliga (tíðliga í vaksinverð!), so vakni eg tíðliga. Kl 04 og sovorðið. Gita, hvat so hendir um kvøldarnar?
Tá tú so blandar umbygging, sjálvboðið arbeiði, frítíðarvirksemi saman við einum vanligum familjulívi, so eri eg 'toasted'!
Tað er ikki altíð so, kanska er tað árstíðin, eg veit ikki. Men eg eri lin - lin - lin.
So lin, at tá eg hoyrdi um Niels Una í KVF, sum sat í sóttarhaldi vegna korona, á hotelli í 12 dagar, gjørdist eg øvundsjúk.
Ikki so, at eg ynski mær at gerast illa fyri, nei nei, bara tú veit, fáa eina pinkulítla positiva test, hosta eitt sindur og so vera avbyrgd á hotelli. Bara eg… í 12 dagar.
Guð viti, um eg hevði kett meg? Eg ivist. Faktiskt, haldi eg, at mín tørvur at stara út í luftina er ein uml. 12 daga-tørvur.
Eg ímyndi mær, at eg hevði ligið í baðikari tveir tímar dagliga. Lurtað eftir ljóðbøkum non-stop. Ella nei, eisini sjónvarp. Ja, sjónvarp, sum eg vil síggja! Ikki nakran teknifilm, ikki animeraðar filmar, ikki Emil í Lønnebergi, ella tað sum líkist. Heldur ikki filmar, sum mín maður vil síggja, eingin larmi bang-bang fimur, ella filmur, har onkur melur runt ú rúmdini og hevur løgin oyru. Nei, filmar sum eg vil síggja! Ein heilan í senn. Eg fari eisini at lurta eftir tíðindum, hyggja eftir Deadline á DR, fylgja við, hvat hendir uttanfyri mína lítla verð á hotellinum.
So fer onkur at geva mær mat til hurðina. Í 12 dagar! 12 dagar uttan at gera mat, seta á borðið, uttan nakar setur seg á meg, meðan vit eta, eingin turkar mat á meg, eingin stoytir mjólk á borðið, 12 dagar har eg fari at seta órímilig krøv til matin (Nú eg endiliga havi mín egna kokk) Kanska bert plantumat, vita um tað var so sunt, sum tey øll siga. Ella super strangan Keto kost og tapa meg tey 10 kg, sum hava sett seg rimmarfast á meg.
Åh yoga! Eg hevði íðkað yoga í tímavís. So dugdi eg at standa á hondunum, uttan at lena meg móti vegginum! Tað hevði verið kul!
Ella kanska tikið eina mini-útbúgving. Ja!! Sjálvandi eini 5 ects, sum eg kundi blakað uppí karrieruna.
12 dagar… Nei eg veit ikki. Eg havi ikki verið burtur frá mínari familju so leingi fyrr. Tað er kanska ov leingi uttan klemm? Og hvat um eg var á hotelli, og Lív misti eina av sínum trimum leysu tonnum. Hon er so spent!!! Nei, tað vil eg síggja.
12 dagar er eisini nokk so leingi uttan at hoyra um dagin hjá Rakul. Hon er farin at fortelja og fortelja, tá hon kemur heim. Um sjónleikin, sum hon og Harry spæla. 12 dagar uttan at fara heim frá barnagarði og syngja Frozensangir. Tað er ov nógv.
12 dagar uttan morgunmat við mínari familju, har maður mín gevur mær kaffi um morgunin.
12 dagar uttan mannin hjá mær. Nei eg minnist tað nú, mær dámar ikki at vera vekk frá honum ov leingi. Eg sakni hann ov nógv. Nú minnist eg.
Nei, gott er! Eg kann tapa meg seinni. Standa á hondum kann eg altíð læra. Tað bilar kanska ikki, at eg ongantíð sleppi framm at sjónvarpinum. Og faktiskt, haldi eg, tað vera nokk so deiligt at liggja og klemmast við mínum børnum um náttina allíkavæl.
Hetta er bara ein tíð. Tíðin gongur eisini forbiðið skjótt onkutíð. Knappliga eru genturnar stórar og tíma ikki at klemma meg og halda meg vera býtta og órímiliga. Nei, halt kipp ikki! Eg verði bara her.