Bloggur

Ein nýggjur kapittul í okkara foreldralívið. Playstation!

Vit eru nú komin til ein nýggjan kapittul í okkara foreldralívið. Playstation!
11.02.2022

Tá eg á sinni hitti mannin hjá mær, spældi hann til tíðir okkurt fótbóltsspæl á Playstation. Eg var sera forelskað... Og hugdi við og heppaði uppá hann. Hann helt seg hava skorað bestu damuna í heiminum, tí endiliga hevði hann funnið eina, sum hann kundi deila sína PS-gleði við.

Men eg pellaði... Eg lat sum um, tí eg var forelskað. Eg orki ikki fyri hesum. Forelskilsi er blivið til gerandisdag og sannleikin er komin á borðið. Í hesum gerandisdegnum er heldur ikki nógv tíð hjá honum at spæla Playstation, og hann er kortini góður við meg og eg við hann.

Nú hevur okkara eldra dóttir funnið leiðina til PS. Og pápin er eydnusamur. Endiliga hevur hann funnið ein PS-fjeppara heima hjá okkum, sum kann deila gleðina við honum.

Men Lív er 7 ár og hevur eina sera høga rættvísiskenslu.

Í spælinum gongur ein illvorðin maður runt á gøtuni og hølvar fólk av, stjelur bilar, skjýtur eftir løgregluni, bannar og nógv onnur forboðin ting. Hetta gongur ikki, sambart tí 7 ára gomlu. So tá pápi hennara ætlar at stjæla ein bil, sleppur hann ikki. Hann má ringja eftir einum taxa og standa og bíða. Heldur ikki koyra ov skjótt. Hetta veit hon eisini alt um.

Akkurát tí eri eg faktisk eitt sindur glað fyri, at hanin í okkara heimi hevur funnið sín Playstationmakkara ímillum hønurnar.

Illavorðni maðurin fær eisini skitin klæðir av øllum ónáðunum, hann er í. Pápin er tí sendur til handils at keypa nýggj klæðir, sum hóska saman væl at merkja. Kreditturin hjá bandittinum í spælinum fellur í heilum.

Eg veit faktisk ikki, hvat spælið sum heild gongur út uppá og havi avgjørt, at hetta er nakað Lív og pápin hava saman - uttan mammuna. Eg kann tí ikki hjálpa henni, tá hon spælir.

Men eg eri ikki vís í, at tey bæði spæla sama spæl. Onkursvegna hevur Lív hála pápa sín frá einum bang-bang-hølvi-teg-av-spæli inn í eitt spæl um uppaling, mammu-børn og móta. Men allíkavæl eitt spæl tey spæla saman.

Hóast eg ikki leggi í Playstation, so leggi eg í, at maður mín hevur sín egna áhuga. Um eg skuldi deilt áhugan um Playstation, vildi tað verið hálvhjartað og kenst sum, eg spilti mína tíð. Akkurát tí eri eg faktisk eitt sindur glað fyri, at hanin í okkara heimi hevur funnið sín Playstationmakkara ímillum hønurnar. Men ikki siga tað við hann... 😉




Viðkomandi greinar