Í fjør fekk eg tað hugskotið at vera supermom og gera føstulávintsbúnar sjálv. Eg havi hvørki seymimaskinu ella serlig evnir at gera tílíkar verkætlanir. Tá alt kemur til alt, so havi eg faktisk bert ein lítlan seymipung, sum hevur nakrar bíligar nálir og tveir litaðir tráðir.
At finna rætta búnan, leiddi meg til my dearest pinterest. Har fann eg ”last minute” búnar. Akkurát nakað fyri meg og enn betur, at eg hevði ein heilan mánaða til føstulávint.
”Last minute”… Ikki just mín uppliving. Tað tók kvøld eftir kvøld við mínum bíligu nálum og sløvu saksum.
Úrslitið var gott nokk til genturnar, men eg hevði neyvan vunnið nakra seymikapping.
Tá eg var barn, haldi eg ikki, at nakar fekk fín føstulávintsklæðir, hvørki prinsessu ella superhetjuklæðir. Sum eg minnist, fekk mann avløgd klæðir, sum ikki hóskaðu saman, og so skuldi mann finna eitt hóskandi grýlunavn. Tey vóru ikki so fancy, sum tey eru í dag. Eingin Elsa ella Hulk, tað var meira “ljóti-Per” ella ””trølla-Marin”.
Fastalávintsbollar minnist eg slett onki til.
Haldi heldur ikki, at tað finnast myndir av okkum sum grýlur.
Men nú er alt hetta broytt.
Føstulávint hjá bakara, má vera sum mammudagur fyri blómuhandlarnir. Prísirnir kunna hesa tíðina setast svagliga høgt og øll halda seg hava vakrasta, lekrasta og besta føstulávintsbollan. Eg hevði logið væl og viðriliga fyri tykkum, um eg fortaldi, at mær ikki dámar bollan. Eg elski føstulávintsbollar! Men børnini hjá mær vilja ikki hava bollar við rosinum, róma ella marsipani. Helst bert teir við kremi.
Aftur í ár havi eg gjørt búnarnir. Men hesir eru meira ”last minute” og hava veri einklir. Teir eru meir ella minni líka hjá báðum, men onnur heldur seg vera eina prinsessu og hin heldur seg vera eina blómu.
Fidusurin var glimmurtoy og tyll. Alt í alt havi eg seyma fýra banar og hesa ferð við seymumaskinu hjá mostur míni. Tað tók kanska 20 min at klippa og seyma. Báðar.
Kanska fara genturnar at minnast aftur, at mamman gjørdi búnarnir við gleði ella fara tær at himla við eygunum og heilt vist keypa búnar til teirra børn, sum ikki skula gjøgnum tað trauma at hava heimagjørt. Tað finna vit útav til ta tíð.
Men eg gleði meg til tunnusláttur, bommball og klebrut børn. Tað kann allíkavæl nakað heilt serligt.