Bloggur
Jólaball við familjuni
Mammasta gleðir seg til eitt heilt serligt jólaborðhald í ár.
29.11.2021

Hvørt ár skulu eg og maður mín til jólaborðhald við starvfeløgum, við áhugnfelagskapum og við vinarbólkum, so sum bindiklubbum o.s.fr. Og heilt erligt, eg gleði meg altíð til hetta árliga ballið. Hesin eini dagurin, har øll sleppa sínum hemningum, gera løgin ting, ongin nevnir aftaná. Serliga dámar mær jólafrokost við mínum starvfelagum á Landssjúkrahúsinum á fysioterapideildini. Har er ALTÍÐ ein løgin kapping, har vit renna aftur og fram við pallietkjólum og á berum leistum - og ongin tolir at tapa, so øll gera sær ómak at vinna.

Við bindiklubbanum hjá mær er tað eisini serligt. Vit deilast um at gera mat, deila gávur ímillum okkum og lurta eftir tónleiki frá 80’unum og 90’unum. Eg elski tað!

Men eg hati, hati, hati timburmenninar. Fyri tað fyrsta verði eg sjúk, sjúk, sjúk. So fer dagurin við, at eg av egnari skuld liggi sum Kánus og tosi hart við vesikummuna við jøvnum millumbilum. Børn og maður vera skúgvað til viks, og samviskan sortnar.

So í ár havi eg valt, at jólaborðhaldið skal vera nakað annað.

Eg havi funnið eina fløsku av Ginnish í einum matvøruhandli. Ginnish er gin, uttan alkohol. Eg kann altso drekka sjussar alt kvøldið, uttan alt tað keðiliga aftaná. Eg fann eisini Rosévín’ish. Eg veit, at tað ikki smakkar, sum tað ”plagar”, men tað leggi eg einki í.

Tá eg legði av at roykja, sat eg eisini í ball við einari sigarett uttan at festa í; hetta er næstan tað sama, og tað riggaði akkurát, sum tað skuldi.

Eisini havi eg ætlað at fara til jólaborðhald við fyritøkuni, sum eg starvist mest í. Henda fyritøka krevur mest av mær. Mín familja. Ja sku! Tey skula eisini sleppa á jólaborðhald við mær og mínum følsku sjussum.

Avgerðin er tikin, og hendan familjan og ein onnur barnafamilja fara til hetta jólaborðhaldið. Vit fara á Hotel Føroyar, sum hava nýggj familjukømur. Vit ætla okkum allan pakkan. Jólamat, drinks, spa og dans, til børnini smella um av møði. Tá vit vakna, verður eingin timburmaður hjá nøkrum, men heldur ein luksus morgunmatur við tænarum og heitum kaffi non stop.

Yes baby! Nývaskað seingjarklæðir, fólk sum støvsúgva fyri meg og tænarar - hetta er tann jólafrokosturin, eg gleði meg mest til!