Bloggur
Jólakalendara-rumbul
Hjá Mammasta og familjuni eru tað fleiri jólakalendarar í spæl um jóltíðir.
16.12.2021

Nú eru jól, og lat tað ikki fara framvið í hesari familjuni.

Hóast vit eru í einari tornado av umbygging, har flamingo, flísar, træpettir og kingspan liggja um alt túnið (og í stovuni), og hitin í stovuni er um tey 15 hitastigini, tí her eru nýggj vindeygu á veg, so eru jól.

Ja, og eitt er vist. Børnini skulu ikki líða undir, at foreldrini hjá teimum marathon-umbyggja. So genturnar skuldu sjálvandi hava jólakalendara. Eg fyrireikaði meg væl hesi jólini. Var á Pinterst og fann ymiskt at perla og ætlaði mær so heilt víst at gera ein aktivitetskalendara til tær.

Á mínum vikuliga innkeypi fann eg eisini ein lekkran sjokulátukalendara. Hatta har við, at børn ikki skulu hava bomm, er ikki galdandi um jóltíðir. Tað er eisini nokk so synd í teimum, at 97 jólatiltøk eru avlýst vegna korona. So hvad pokker! Gev børnunum sjokulátu dagliga!

Eg pyntaði til jólar ein dagin, gumman var rýmd við børnunum. Jólatónleik og eina løtu fyri meg sjálva. Haldi bestemt eisini, at eg støvsúgvaði og vaskaði gólv eisini - av berum yvirskoti!

Pínadoy um eg ikki fann eina jólahosu, sum var so fitt, at eg hongdi hana upp. Seinni tá genturnar komu heim, var tann eldra so glað, tí nú fekk hon gávu í hosuna hvønn dag. Tað var ikki mín ætlan, eg helt bara, at hon sá jólalig út og pyntaði. Men hvat tá - vit taka hana uppí kalendararesið!

Vinkona mín kom framvið við einum Pixi jólakalendara. Åh hyggeligt! Vit kunnu sjálvandi eisini lesa eina jólasøgu hvønn dag á jólum. For pokker, tað eru jól og tað skal kennast í okkara ísakøldu stovu! Søgu skula tær hava.

Í oktober havi eg vist eisini bílagt Mína Jólabók. Tað er bestemt nostalagi frá barndóminum. Hana mugu tær uppliva. Og ein søga afturat, jú, tað klára vit áðrenn songartíð - einki problem, tað eru jól!

Maður mín gleddi seg mest til jólakalendaran hjá DR1, sum eitur 'Tidsrejsen'. Honum skulu vit sita fjálgt undir teppum í okkara ísakøldu stovu og hyggja eftir hvørt einasta kvøld í desember - heilt víst!

Og hava tit hoyrt søguna í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya? Píka, hon er spennadi. Gita, um hon eisini kom á okkara kalendara? Jep!

Mitt í øllum kalendararumblinum, kom eg at hugsa, at eg havi gloymt adventsljós! Eg eigi faktiskt ongan adventsstaka og komi at hugsa um henda ov seint hvørt ár - hvørt ár!

Men Pinterst bjargaði mær. Leir í eitt glas, ljós í og pynta! Tvey í part.

Jólapyntið er spakuliga hála niður, einglanir og aðrir figurar eru blivnir til leikutoy. Her er enn kalt. Men góðgæti, tað halda tær og vit fast í. Ja, og jólini sjálvandi.

Nå ja, eg gloymdi hin kalendaran við aktivitetum, men eg ivist í, um nakar saknar ein eyka.

Næsta ár, tá verður betri skil í… Right?