Bloggur
'No-bullshit' mamman
Mammasta fær vitjan av 'No-bullshit' mammuni, og tær kunnu báðar læra hvør av aðrari.
07.10.2021

Tá tú hevur børn, skalt tú fyrihalda teg til nógv samfeløg og skipanir. T.d. barnagarð, skúla, frítíðarskúla, frítíðartilboð, aðrar familjur, lækna, heilsufrøðing og harafturat barnarótikassa, keypa klæðir sum passa, sum tey tíma at fara í, og kom ikki og spyr meg um skógvar! Tey vaksa onkutíð 2-3 støddir í einum! Matpakka... Sunnur og ein tey faktisk eta.

Eg kundi hildið áfram.
Allar hesar ymsu skipanirnar koyra meir ella minni paralelt. Tað er heystfrí skjótt, men eg var ikki nóg skjót at melda dóttrina til frítíðarskúla, ella var eg ikki nóg skjót at biðja um frí frá arbeiði.
Og mítt ynski um at vera "bara eitt pinkalítið sindur sjúk" gekk út. Bara ikki við koronu, men eitt almindiligt krím. Eg má líka viðmerkja, at eg havi eina fatan av krími áðrenn og aftaná koronu. Eg haldi, at krímið hevur samlað sær kreftir, meðan øll hava verið í meir ella minni 90% sprittløgi síðan mars 2020.
Tað sum fyrr var "host - host" -krím, er blivið til "host-okkurt-sum-minnir-um-tyggigummi-frá-lungunum-host"-krím.
Mamman her berjist í løtuni við at halda allar skipanir og samfeløg koyrandi. Eg verði konstant órógvað av umbygging uppringingum við spurningum sum: "Skulu skrúðurnar vera 6mm ella 8mm?"
Næturnar verða órógvaðar av tyggigummi-frá-lungunum, børnum og kettuni.
Vaskiklæðir fylla gólvið. Tey reinu eru í kurvini.
Troytta mamma er ikki til at "messa" við í løtuni, og tá tað hendir, kemur ein onnur kona í meg, sum eg ikki vanliga kenni so væl. Vit kunna kalla hana 'No-bullshit' mamman. Henda mamman tímir ikki at fáast við skipanir ella fólk, sum royna at fáa mammuna inn í skipanirnar aftur. No-bullshit mamman svarar aftur. Hart og kontant.
No-bullshit mamman hevur skeldað í dagstovninum og er førd inn í eina stovu at sissa seg.
Í dag var tað ein ein bókhaldari, sum hoyrdi frá No-bullshit mammuni. Bókhaldarin var í villareiði um eina rokning og ætlaði at greiða No-bullshit mammuni, hvussu skipanin hjá teimum riggaði. No-bullshit mamman vildi ikki læra um skipanirnar hjá tí felagnum í dag og østi seg í telefonini um, hvør var kundin, og hvør var tænastuvinnan.
Mammasta mamman heldur, at No-bullshit mamman skal vera ein góð fyrimynd og ikki øsa seg so. Men kortini er Mammasta mamman eisini glað fyri, at hin er har onkuntíð og ruddar vegin fyri seg og setir krøv til skipanirnar og ikki bert aktar.
No-bullshit mamman lærir. Tú kanst gott siga frá, men hon roynir at læra seg at siga frá á ein sømuligan hátt.
Og akkurát sum børn, so veit Mammasta mamman, at tú lærir best, tá heilin er róligur. So góðu tit, sum hoyra frá No-bullshit mammuni: Orsaka! No-bullshit fer nú at spáka sær ein túr og sissa sinnið.