Bloggur

Sjónvarpið er fake news, tá ið tað kemur til gólv!

Var so spent, tað var fríggjadagur, og eg skuldi á háskúlaskeið. Eg og bara eg! MEN ...
14.03.2022

Var so spent, tað var fríggjadagur, og eg skuldi á háskúlaskeið. Eg og bara eg! Saman við øðrum fólki gaman í, men skuldi ikki leggja børn, vaska klæðir, spartla ella vera vakt tíðliga til at gera morgunmat og biðja børnini um at vera sitandi og eta liðugt og vera konstant avbrotin, um eg fór at tosa við mannin mín.

Nei, eg skuldi vera mentað, tosa við vaksin fólk, vera kveikt, úthvíld, mett av upplivingum.

Vikan hevði verið ein av teimum, har alt gleyð undan. Sama vaskimaskina var vaskað tríggjar ferðir, áðrenn tað kom upp at hanga og í mínum skápi á arbeiðinum lógu seks materskjur, sum eg bleiv við at gloyma.

Sama vaskimaskina var vaskað tríggjar ferðir, áðrenn tað kom upp at hanga og í mínum skápi á arbeiðinum lógu seks materskjur, sum eg bleiv við at gloyma.

Klokkan nærkaðist endanum av arbeiðsdegnum og byrjanini til mína mentaðu tilveru. So ringdi telefonin …

Tað var um okkara nýggja køk. Hann hevur verið á goymsluni hjá veitaranum leingi. Tey hava verið tolin. Vit hava haft koronu, skula okkurt annað, og hava biðið tey um at bíða við køkinum. Men nú gekk ikki longur. Og gólvið er enn bert betong (betur enn mold, men, men…)

Øøøhhh, bíða líka segði eg. Eg ringi aftur.

Fór í panikk … Avlýsti mítt mentaða vikuskifti og legði eina ætlan við mínum manni. Hetta átti at kunnað lata seg gjørt helt eg. Eg havi sæð í sjónvarpinum, hvussu tey smekka eitt gólv á uppá eina nátt, og øll eru glað.

Nú er ein vikan farin afturum. Gólvið er á veg á og hóast eg haldi, vit hava arbeitt skjótt, so er sjónvarpið fake news, tá tað kemur til gólv!

Okkara ætlan byrjaði við spýggj frá einari av gentunum. Hon spýði non stop.

Hin fekk febur.

Vit skiftust um at arbeiða við gólvinum og komu so at siga ongan veg.

Vit ringdu til veitaran aftur og kærdu okkara neyð, og tey komu gingu okkum á møti - T A K K!

Spýggið steðgaði men febur og hosti komu í staðin hjá báðum gentunum. Non stop og alla náttina.

Sum eg síggi tað, so haldi eg, at har er eitt gólv mánadagin, og hvør veit, kanska eisini ein køkur?

Hatta við mentan er kanska ikki ordiliga enn í nánd. Ætli mær líka at sova eitt sindur áðrenn.




Viðkomandi greinar