Bloggur
So endaði hetta árið - við koronu
Eitt pinkalítið sindur av host og eitt njós endaði við eini positivari test. Vit hildu annars, at vit vóru sloppin eftir at hava verið í nærsambandi við ein smittðaan persón og 6. dag við negativari test, men so var ikki.
01.01.2022

Her eru eingi symptom, annað enn okkurt njós og lítið host. Øll hava tað gott. Men nú byrjar testrekkjan av nýggjum.

Børn eru nú einaferð ikki skapt til at vera inni og ikki spæla við onnur børn. So vit royna at upprætthalda ein form fyri kosmos í tí kaosi, sum annars skjótt koma í.

Dagurin byrjar við at gera dagsskema. Hetta bjargar øllum! Vit gjørdu eisini hetta á jólum, fyri at koma ígjøgnum, uttan at møta spurninginum um gávur 712 ferðir. Gávur, spøl og aktivitetir lógu púra klárt fyri børnunum (og eisini til okkum vaksnu) at halda okkum til, so vit ikki gjørdust klikkað. Tá spurningurin enn einaferð kom um gávur, ella hvat vit nú skuldu gera, so vístu vit til skemaið.

Nú vil eg bara sleppa til arbeiðis… Og tann minsta vil bara sleppa í barnagarð, tann stóra vil bara sleppa í skúla - og maðurin vil eisini bara sleppa til arbeiðis.

Eldra dóttirin hevur gjørt hurðaskeltið, har yngra hevur avmarkaða atgongd. Sum hon sjálv sigur, onkuntíð kann hon, og onkuntíð kann hon ikki koma inn. Tó er púra greitt - dreingir hava sera avmarkaða atgongd.

Minnast tit mars 2020, tá alt steðgaði upp, og vit fingu eina løtu til familjulívið, og hvussu deiligt tað var? Nú fái eg grønar prikkar av hesum innistongda lívinum.

Men her eru kortini fyrimunir. Serliga tá man byggir um heima. Sært tú… Okkara stova er í løtuni multifunktionell og sera lean og sera sera lítið feng shui. Á 45 fermetrum er bryggers, vaskirúm, durður, køkur, kjallari, møplagoymsla og stova. Og nú eisini barnagarður, skúli, DIY-økið. Og ja eitt meklararúm til systrar, sum eru troyttar av selskapinum hjá hvørjari aðrari.

Men knappliga byrjar eitt ljós at lýsa til at vit fáa 45 fermetrar afturat! Maðurin hevur endiliga tíð at bora, skrúva, smíða og hvat man nú ger, tá man byggir um. Tað er skjótt tvey ár síðan, at vit byrjaðu hesa umbygging - og henda ørkenvandringin byrjar endiliga at lýsna.

Eg fari at enda henda bloggin optimistisk og siga, at tá eg skrivi nýttárblogg fyri 2022, so er tað frá mínum nýggja køki ella í mínum ballsali av einari stovu - ella hvør veit, kanska á mínum nýggja wc’ið?

Enn betur, so hevur korona dripið seg sjálva við variantinum, sum yvirraskaði okkum øll, og vit fara øll at tosa um hinaferð, tá vit gingu við maskum og vóru innistongd og fyrsta orðið hjá smábørnum var 'spritt'.

Tá tað er sagt, so veit eg at vit í Føroyum eru nøkur grenj, í mun til londini um okkum, har fólk hava veri innistongd í mánaðir, har vit tosa vikur. Og takk og lov fyri, at vit búgva her!

Gott nýtt ár til tykkum. Nú fari eg at testa meg - krossa fingrar.