Bloggur
Sóttarhald, tapas og alt tað, ið ikki bleiv til nakað
Mammasta hevur verið í sóttarhaldi við allari familjuni. Tað gekk væl... í fyrstuni!
14.01.2022

Faktisk vildi eg skriva ein blogg um, hvat tú kanst gera, um tú ert innistongd við børnum í sóttarhaldi. Men eg eri eingin fyrimynd her. Hetta er tað, sum hendi:

14 dagar innistongd við børnum er nokk til at gera meg øra. Vit komu heil ígjøgnum, hóast onkur okkara fekk koronu og onnur einki.

Eingin var sum so sjúk, men onkur okkara varð smittað, og her í hesum landi hava vit nú sett nakrar reglar upp, hvussu hetta skuldi handfarast, og eg haldi, at henda familjan hevur uppiborið eina medalju, at fylgja landsisns boðum.

So har sótu vit - uttan sjúkratekin – á uml. 80 fermetrum og 14 x 24 tímar at skipa okkum í.

Tað gekk væl í fyrstuni. Skema fyri dagin, so vit ikki blivu í ørviti av vantandi rutinum. Men hetta gekk skjótt yvir.

Alt, sum eg ætlaði, varð ikki gjørt. Bara at gera mat, bleiv til eina fyritøku. Vit fingu ”tapas” fleiri dagar á rað. Hjá okkum er tapas tað, sum vit eiga heima, men ikki vanliga er í einum rætti, t.d. kips í ovn, pitabreyð - uttan fyllu og ketjsupp ella remoulada og kornflakes. Ikki beinleiðs heilsufremjandi matur, men øll gjørdust mett.

Eg gjørdist ein slowmotion kona og kundi sita og stara út í luftina, meðan genturnar garteraðu við síðuna av mær. Skitnu klæðini vuksu upp um oyrini á mær, men eg oooooorkaði ikki at lyfta armin upp.

Nei tú! Hatta sóttarhaldtingið er ikki nakað fyri meg.

Eg gjørdist øvundsjúk, tá eldra dótturin slapp í skúla, men restin skuldi vera heima, tí hennara sóttarhald endaði áðrenn okkara.

So kom dagurin! Vit vóru frí sum fuglar, og eg væntaði, at vit fóru rennandi út, sum tá kýrnar sleppa leysar, men menniskja (eg) er løgið. Vit sótu sum steinað og máttu brúka vikuskiftið uppá at koma yvir sóttarhaldið. Kanska var tað bert tað, at genturnar loksins fóu út at spæla við onnur børn og ikki vóru um okkum 24 tímar/samdøgrið. Mín zombistøða versnaði munandi!

Maður mín fór at taka synd í fangum í Mjørkadali, um hetta var dagurin hjá teimum. Og eg haldi so við…

Eg kom aftur til arbeiðis við einum arbeiðssinni og arbeiðshugi sum ongantíð fyrr! Nú skuldi alt henda, og ongantíð betri um alt hendir í senn. Líka til barnagarðurin lat aftur, tí alt starvsfólkið meir ella minni hevur koronu. NEEEEEEI!

Míni ráð eru tí hesi: Fokk alt, set teg og bíða, til tað er yvirstaðið. Tak dagin, sum hann kemur, hygg so lítið sum møguligt sjónvarp og fá tær ein lánihund at lufta (teg).