Bloggur
Tá rásin til útheimin brotnaði
Telefonin hjá Mammasta er brotnað, og hon heldur seg hava fingið fantom-telefoni, men samstundis er tað eisini deiligt.
10.11.2021

Tá klokkan gongur frá 6.00 til 7.45 um morgunin, er tað ikki í somu ferð, sum restina av degnum. Eg mistonki, at tað er ein tíðarlummi fyri seg.

Okkara baðirúm er uml. 4 fermetrar til støddar. Ein fermetur í part. Vit eru øll stødd har inni í senn. Men um man hugsar, at brúsan tekur ein fermetur, so skula vit deila 3 millum okkara. Tað líkist kluturmammu-spælinum. Ella líkist tað einum enskum dansi, har man skal bukka fyri hvørjum øðrum, bakka og leypa til síðis. Vanliga gongur tað væl.

Men henda morgunin gekk galið. Ein lampa vildi hava ein fermetur fyri seg sjálva og leyp av kantinum. Nei, tað gjørdi hon kanska ikki, men tað er ikki heilt greitt fyri mær, hvussu hon koppaði av kantinum. Men tað gjørdi hon. Beint á mína telefon. Telefonin steindoyði!

So nú eri eg uttan telefon, inntil trygging og telebúð hava funnið saman um eitt trygguingarnummar.

Tað er dagur tvey nú. Hesar dagarnar havi eg hoyri ofta telefonina fyri mær, føli hana í lummanum. Eg havi fantom-telefoni!

Mítt gjaldskort er í húsanum á telefonini… Men nú havi eg hann ikki við mær til handils. Hetta merkir, at eg rætt og slætt keypi minni - genialt!

Eg nýti ofta telefonina sum ein steðg í gerandisdegnum. Tað kann eg so ikki nú, og eg kenni meg meira nærverandi onkursvegna.

Uttan telefon er tað heldur ikki mín ábyrgd í heiminum at ringja á stovn, gera spæliavtalur. Tað er gingið upp fyri mær, hvussu nógv av mínum telefoni gongur til stovnar og líknandi. Hetta er nú ábyrgdin hjá manni mínum, og tað vísir seg at hann hevur ikki so nógv telefonnummur hjá foreldrum hjá vinunum hjá gentunum.

Dagur 8:

Eg fekk ein teldupost um, at telefonin var komin í telebúðina. Eg var heima við sjúkum børnum… So eg bíði sku ein dag afturat!

Eg eri farin at mangla telefonina til sovorðið sum Samleikan, at gjalda eina rokning, har ein sms-kota er send til mín og serliga at ringja til foreldur hjá vinum hjá børnunum. Eg havi møtt upp in person til alt. Tað kennist onkutíð eitt sindur pátreingjandi. Men annars eri eg heilt ok við at vera í mínari 2002 bobblu.

Eg kenni meg sjálva nóg væl til at vita, at eg veit, eg verði 'hooked' aftur, tá klossurin kemur aftur. Telefonin er sniðgivin til tað sama, so eingin skomm í tí. Men eg vóni, at eg kann spæla, at hon er brotin viðhvørt.

Tá eg ikki síggi klokkuna, eri eg ikki bundin til útheimin, meðan eg skal vera nærverandi í familjuni, so gongur tíðin seinni. Tíðarlummin er vorðin størri.

Eyguni síggja eisini longri, billi eg mær inn og haldi meg hava sæð fleiri sólarris enn vanligt.

Akkurát sum man hevur mammudag, kvinnudag, dag har vit sløkkja ljós, skuldu vit havt ein altjóða telefonfrían dag.