Bloggur

Ein heilt øðrvísi kvinnurenningsdagur

Fyri fyrstu ferð síðani 2009 havi eg “skulkað” frá eini Kvinnurenning! Tað kennist heilt løgið! Eg hevði ikki eingang renniskógvar við til Suðuroyar, har vit vóru alt vikuskiftið.
31.05.2021

Eg hevði ikki bara dupult-bookað, men trídupultbookað tann 29. mai. Fyrst høvdu vit langt síðani keypt atgongumerki til eina konsert á Reinsarínum, síðani atgongumerki til Víkingafestival í Hovi og so ikki minst Kvinnurenningin. Konsertin bleiv avlýst, Kvinnurenningin bleiv hvør sær – men Víkingafestivalurin bleiv hildin. Eitt frálíkt vikuskifti í vøkru Suðuroy – við góðum tónleiki, góðum veðri og góðum selskapi. Fantastiskt!

Luxus-kampistar í lítlum telti
Vit høvdu avgjørt at fara suður kl. 13 fríggjadagin, og vóru á kaiini klokkan gott 12. Tá var P-plássið longu fult, og tað endaði við, at einir 50 bilar stóðu eftir! Vit sluppu tó tíbetur við – og ferðin var byrjað. Komin til Hovs, fóru maðurin og eg at rigga teltið til sum tað allarfyrsta. Vit høvdu keypt eitt nýtt 3-mans telt, sum vit ongantíð høvdu sett upp fyri. Eisini høvdu vit eina dupulta luftmadrassu við, sum verður blást upp við el – eitt sindur av luxus skuldi vera! Ein fryntligur hovbingur syrgdi fyri eini stikk-kontakt – og so var bara eftir at bera madrassuna oman til teltið og leggja hana inn – men gakk! Madrassan var ALT ov stór, so vit fóru til plan B, sum var at sleppa luftini úr aftur madrassuni og brúka hana sum undirlag.

Øðilig Marra fríggjakvøldið
Fríggjakvøldið vóru heldur fá fólk. Vænti, at tað serliga var orsakað av mentanarnáttini á Tvøroyri, sum var sama kvøld. Kanska eitt sindur óheppið við tveimum so stórum tiltøkum í senn, hugsi eg. Men vit, sum vóru har, fingu valuta fyri pengarnar frá teimum, sum framførdu. Serliga var tað tungmálmsbólkurin Marra, sum veruliga skaraði framúr! At síggja hesa orkufullu framførsluna var ótrúliga imponerandi, hóast tungmálmur kanska ikki er tað, sum eg lurti mest eftir.

So sum so við svøvni
Nú veit eg væl, at man fer ikki ordiliga á festival fyri at sova – og tað gekk heldur ikki so væl við tí – tað var sera kalt, hóast soviposarnir skuldu eitast at klára niður í minus 15-20 stig, og vit lóu í eini lítlari brekku. Vit vaknaðu tíðliga og fóru biltúr runt oynna. Koyrdu fyrst norðureftir – gjøgnum nýggja, snotiliga Hvalbiartunnilin og so gjøgnum lítla, myrka holið til Sandvíkar. Síðani gekk leiðin heilt suður til Sumbiar og Akraberg, tí har er so ófatiliga flott og stórbært útsýni, men har var greytatjúkt í mjørka. Optimistur sum vanligt, helt eg, at vit skuldu fara um Hestin heim aftur, tí KANSKA onkur glotti fór at vera, men nei – um gjørligt var uppaftur tjykkri í mjørka, so ferðin eftir smala vegnum við øllum hárnálasvingunum gjørdist eitt sinudr strævin.

Salt og sól
Vit koyrdu aftur til Tvøroyrar, fingu okkum leskiliga ostasúpan í imponerandi bygninginum SALT – og nú skein sólin oman og niðan. Eftir ein túr til Froðba gekk leiðin aftur til víkingabygdina – nú var eisini sól og summar í Hovi og allarbestu festival-umstøðurnar. Vit slappaðu av og sólaðu okkum í góðum selskapi, vitjaðu søluteltið við víkingalutum og øðrum, ótu fantastiskt heilstokt lamb frá Ørvaroddunum, vitjaðu nýggju, flottu og hugnaligu Hovgríms Barr og nutu frálíku tónleikaskránna.

Froðbingar, Týr og ikki minst Hamradun skaraðu framúr
Skráin var sera góð og fjølbroytt – um eg skal nevna mínar favorittar leygarkvøldið, so vóru teir fyrstu á pallin Froðbiar Sóknar Bluesorkestur, sum altíð eru góðir og undirhaldandi – og navnið á bólkinum – tað er tað besta! Týr leveraðu sum vanligt ta perfektu vøruna, hóast tað var langt síðani, teir høvdu staðið á palli, orsakað av koronu. Seinasta lagið fekk veruliga fjøldina at skrála við, tá Pól Arni eisini kom á pallin og “Ormurin Langi” sjálvandi bleiv spældur. Klokkan 1.30 kom so Hamradun endiliga á pallin, hetta var bólkurin, sum vit mest høvdu glett okkum til. Vit fingu eina fantastiska framførsla serveraða – og sum vanligt dugdi Pól Arni ótrúliga væl at fáa fjøldina við, meðan mergjaði kvæðarokkurin buldraði út í annars stillu, vøkru og ljósu summarnáttina.

Enn ein køld nátt
Eftir framførsluna hjá Hamradun, royndu vit at sova, tí vit skuldu tíðliga upp fyri at fara við Smyrli morgunin eftir. Men aftur hesa náttina gekst striltið við tí. Tað var aftur sera kalt. Eyðun Nolsøe, sum hevði seinastu framførsluna á festivalinum, purraði út við sangi kl. 3 – men tað var fínasta slag at sovna aftur til hansara vøkru rødd og góðu sangir. Síðani var tað nógv prát í grannateltunum, fólk mólu aftur og fram, so svøvnurin var so sum so – júst sum tað “eigur”. Klokkan knapt 7, fóru vit upp, hurraðu alt inn í bilin og so á Krambatanga.

Samanumtikið var vikuskiftið heilt ótrúliga gott – eitt frálíkt tiltak, tað má sigast. Til næsta Víkingafestival fara vit tó kanska at umhugsa at leiga eini hús. Og tað var heilt fantastiskt at koma í sína egnu song, sum stendur vatnrøtt, hevur góða, bleyta madrassu – og er í einum upphitaðum kamari ;)




Viðkomandi greinar