Bloggur

Flott fjøll á fagra flaggdegnum

Vit høvdu ætlað okkum upp á fýra fjallatindar á flaggdegnum. Tað tað blivu so bara til tríggir, men túrurin var frálíkur.
27.04.2021

Meðan onnur runnu flaggdagsrenning og heilsurenning niðri í býnum, høvdu sonurin og eg leitað okkum niðan í fjøllini ein túr.

Flott útsýni
Vit blivu koyrd niðan á Oyggjarvegin og gingu haðani niðan á Reiðskarð. Veðrið var frálíkt, sólskin og turt, tó var nakað av vindi – men tað var bara herligt at blíva eitt sindur blást og fáa fríska luft. Vit byggja um heima, so har er óruddiligt og støv ALLASTAÐNI – so tað kendist serliga gott at koma út og merkja vindin og veðrið.
Á Reiðskarði máttu vit njóta bergtakandi útsýnið vestureftir eina løtu, áðrenn vit hildu leiðina suðureftir, tí næst á skránni vóru fjøllini Murufelli og Rustin. Frálíkt útsýni í allar ættir og flott steinlandslag at ganga í.

Konufelli bíðar til eina aðru ferð
Vit høvdu ætlað okkum niðan á Konufelli eisini, men tá vit sóu, hvussu langt, tað í veruleikanum var, valdu vit heldur at halda leiðina fram og goyma Konufelli til ein annan dag.

Fjallið
Triðja fjallið var Fjallið, sum vit komu niðan á. Visti tú, at á kortal.fo eru 14 fjøll, sum eita Fjallið? Nú var ferðin um at vera komin at enda. Vit gingu oman á Velbastaðháls og bóðu bil koma eftir okkum har. Á Velbastaðhálsi var nógv virksemi, tí har var flaggdagssigling við modellbátum á Stóru tjørn.

Tað er ein heilt serlig og góð kensla at ganga í fjøllunum. Friður, frælsi, stilli og óspilt náttúra allan vegin rundan um okkum. Eitt gott høvi at tosa um lívsins stóru og smáu spurningar – ella kanka bara tiga saman ...?
Vit vóru eisini so heppin at síggja eina haru og tvey rættiliga nýlembd lomb á veg oman til vegin – og hetta var líkasum prikkurin yvir i’ið henda frálíka flaggdag í 2021.




Viðkomandi greinar