Bloggur

Føroyar renna 1. apríl
– eg fari at ganga!

Kom og gang ella renn 1. apríl og nýt samstundis høvið til at stuðla Sinnisbata.
15.03.2021

Tað er longu langt síðani, at eg trýsti á “deltager”, tá tiltakið “Føroyar renna 2021” kom fram á Facebook. Tá hugsaði eg, at 1. apríl fari eg at vera komin í so mikið góðan renniform, at eg klári at renna einar 5 km. Men hov, nú er tað skjótt 1. apríl og eg má ásanna, at tað er ikki nóg mikið bara at ætla sær – heilt einfalt, so má venjing til. So tað verður ein gongutúrur fyri mítt viðkomandi tann 1. apríl.

Stuðla Sinnisbata
Tað eru ítróttarfelagið Bragdið og Tórshavnar kommuna, sum skipa fyri, tá Føroyar renna skírisdag 1. apríl. Øll kunnu vera við og øll kunnu renna ella ganga, har tey vilja, saman við øðrum ella einsamøll. 5 km, 10 km, hálvt marathon ella okkurt heilt annað. Tiltakið er ókeypis, men til ber at lata eina peningagávu til Sinnisbata, tá tú meldar til. Les meira um tiltakið og melda til við at trýsta her.

Startnummar og heiðursmerki
Tá tú hevur meldað til, fært tú startnummar við telduposti, og tá tú hevur runnið, ber til at skráseta tíðina á renn.fo. So kemur tú á úrslitalistan og fært heiðursmerki, sum Tórshavnar Kommuna stuðlar.

Venja til Kvinnurenningina
Hetta er eisini eitt fínt høvi til at leggja lunnar undir venjingina til Kvinnurenningina, sum verður 29. mai. Um eg byrji at venja 1. apríl, so man eg fara at orka at renna 5 km til Kvinnurenningina, ikki sannheit? (Ella ber altíð til at ganga!)

Um tú ikki hevur meldað til Kvinnurenning enn, so kanst tú gera tað við at trýsta her. Tað er onki at bíða við, um tú vilt tryggja tær renniblusu í tínari stødd og ein lekkran gávuposa.




Viðkomandi greinar