Bloggur

Soleiðis skalt tú ganga og renna

Skal renningin eydnast væl, so mást tú ganga. Tað ljóðar heldur bakvent, men hesin renni- og gangihátturin ger, at tú kanst venja meira, tryggjar teg ímóti skaðum og ger rennivenjingina betri.
12.04.2021

Ert tú júst byrjað at renna, er best fyri teg at renna stuttar løtur og ganga umleið eins leingi – t.d. ein minutt av hvørjum.

Øk so líðandi
Tá tú ert komin í betri form, kanst tú renna longri, men halda fram við at ganga í umleið ein minutt. Og eftir enn eina tíð, kanst tú byrja at ganga í styttri tíð. Ein kroppur, sum er í venjing, kemur fyri seg rættiliga skjótt, og tað merkir, at eftir nakrar mánaðir er bert neyðugt at ganga í ein hálvan minutt fyri at koma fyri seg aftur.

Umráðandi at ganga, áðrenn tú ert blivin móð
Legg eina ætlan, áðrenn tú fert avstað og halt hana! Tað er umráðandi, at tú ikki ert útlúgvað, soleiðis at tú ert noydd til at ganga, tí tú hevur runnið ov langt og leingi. Fyrsta gonguløtan eigur at leggjast eftir bert fáar minuttir.

Hugskot til gangi/renniætlan
Tað krevur sína kvinnu at steðga og ganga, eftir bert at hava runnið eina lítla løtu, men minst til, at tú sparir orku í byrjanini, so tú kanst brúka hana seinni! Her er eitt hugskot til, hvussu ein gangi/renniætlan kann síggja út:

Júst byrjað
Renn í 30 sekund, gakk í 30-45 sekund

Runnið stutta tíð
Renn í ein minutt – gakk í ein minutt

Lættari vand
Renn í 2-4 min – gakk í 1 minutt

Vand
Renn í 4-6 min – gakk í 1 minutt

Runnið leingi
Renn í 4-8 min – gakk 1/2 minutt

Gakk og renn til Kvinnurenningina
Hetta er eisini ein fínur máti at brúka til Kvinnurenningina, og vit eru eisini nógvar, sum skifta ímillum at ganga og renna. Hevur tú ikki ognað tær lekkra gávuposan við flottari renniblusu og øðrum góðum lutum, kanst tú gera tað við at trýsta her.

Kelda: aktivtraening.dk




Viðkomandi greinar