Bloggur

Gníst í Nólsoy

Minnast tit teir hvítu gníst-kassarnar? Tá eg var barn, blivu gníst-kassar nógv brúktir í Nólsoy, til dømis vóru teir góðir at sita á, í lastini á vogninum, sum vit koyrdu hoyggj í.
05.07.2021

Gníst-kassarnir vóru teir kassarnir, sum fløskurnar vóru í, tá man bílegði rúsdrekka og vín úr Danmark, áðrenn Rúsan lat upp. Tá fløskurnar gníggjaðu ímóti kassanum, sum var gjørdur úr flamingo, hoyrdist eitt gnístiljóð, so kassarnir blivu bara róptir gníst-kassar. Ljóðið var eitt sindur avdúkandi, og søgur ganga um menn, sum fluttu fløskurnar yvir í posar á posthúsinum, har kassarnir vóru heintaðir, so ongin skuldi vita, at teir nú høvdu verið og loyst út.
Til tykkara, sum eru yngri, kann eg líka siga, at fyri at sleppa at keypa rúsdrekka, skuldi tú hava goldið tín skatt, og síðani fekst tú eina skattaváttan at hava við á posthúsið. Og eisini skuldi tú hava eitt “spruttkort”. Á hetta kortið varð skrásett, hvat og hvussu nógv, tú hevði bílagt, tí tað var avmarkað, hvussu nógv, tú kundi keypa. Ikki tí – tað var so ríkiligt – meini tað vóru 12 fløskur um ársfjórðingin + øl og vín, so ongum nýttist at ganga tyst/-ur.
Sum sagt, so vóru kassarnir góðir at sita á í vogninum, tá vit koyrdu niðan á Hjallabrekku at hoyggja. Og heim aftur, tá vognurin var á tremur við hoyggi, tá logu vit omaná hoynum – leys børn í opnum vogni hevði neyvan gingið í dag, men vit yvirlivdu og hugnaðu okkum óført ...

Gníst í Nólsoy
Leygardagin var so fyrsta Gníst-tiltakið í Nólsoy – har frálíkir føroyskir bólkar framførdu. Flestu nøvnini vóru lokal – ella góðir Nólsoyavinir. Tiltakið varð hildið Norðuri á Ryggi – mitt í bygdini og stutt til alt. Tað var sera hugnaligt at vera til so góða konsert og samstunis minnast aftur á, tá vit sum børn plagdu at sleppa at geva heimalombunum hjá gubba í Nólsoy her. Og dunnurnar, sum livdu sítt góða lív – og ikki minst tær øðiliga nógvu og stóru rabarburnar, sum vuksu her! Men Ryggur riggaði eisini stak væl til hetta fyrsta Gníst-tiltakið.

Góð skrá við føroyskum tónleikarum
Tiltakið byrjaði við Spælimonnunum í Nólsoy kl. 14.30 og so koyrdi tað slag í slag við frálíkum sangi og tónleiki frá: Jóan Jakku Guttesen, Eyðuni Nolsøe, Terja Rasmussen, Kim Hansen, Anfinni Nielsen, Herborg Torkilsdóttir, Mariu Ronnisdóttir á Heygum, og HEBBBH. Skráin bleiv øðiliga væl hildin. Stuttir steðgir vóru millum konsertirnar, og tá bar til at keypa sær okkurt til matna frá Kokk og Klavn, Maggie’s ella Kunningarstovuni.

Stilt og grátt og gott
Hóast veðrið var heldur vátt til tíðir, so var tað stilt og rættiliga lýtt. Fólk komu og fóru – Danmark spældi móti Kekkia, so tá vóru nógv allarhelst og hugdu eftir fótbóltsdysti. Men lagið var gott, og fólk hugnaðu sær óført og sungu við.

Eitt væleydnað tiltak
Klokkan 21 endaðu Eyðun og Terji tiltakið og øll sungu við. Ternan gjørdi ein eykatúr úr Havn kl. 21, so vit fóru beint út á kaiina fyri at skeppa við inn aftur. Har vóru eisini nógv í egnum báti, so lagið hevur allarhelst verið gott á fólki til langt út á náttina. Vit vóna, eins og fyriskipararnir, at hetta verður eitt afturvendandi tiltak – stuttligt, hugnaligt og góður tónleikur.




Viðkomandi greinar