Bloggur

Nøkur góð ráð, um tú júst ert byrjað at renna

Nú veit eg ikki, hvussu tað er hjá tykkum við renning, men eg byrji ofta umaftur. Tað kann vera ringt at halda motivatiónini upp – serliga í fyrstuni, men her eru nøkur góð ráð, um tú júst ert byrjað.
12.07.2021

Tað er skjótt og lætt at byrja at renna, og til ber at renna nærum allastaðni. Hóast tað, kann tað virka rættiliga møtimikið, um tú ikki ert von við at renna. Men tað nýtist als ikki at vera keðiligt og strævið. Her eru nøkur prei, so tú skjótt verður løtt á fótum og gleðir teg til rennitúrin.

Hugsa um kilometrar heldur enn tíðir
Tak tað púra róligt í fyrstuni, og renn við eini ferð, sum kennist væl fyri teg. So kanst tú altíð seinni fara eftir teimum góðu rennitíðunum, um tað motiverar teg.

Ger renning til ein vana
Jú meira renning verður ein natúrligur partur av gerandisdegnum, tess minni orku nýtist tær at brúka fyri at yvirtala teg sjálva at fara avstað hvørja ferð. Og ein rennitúrur í eitt korter ein regntungan dag, er eisini betri enn ongin rennitúrur.

Set tær realistsk mál
Tað er fínt at hava eitt langskygt mál um at renna fimm kilometrar, men vegurin hartil verður lættari við smáum deilmálum. T.d.: “Í dag skal eg renna ein heilan kilometur uttan at steðga” ella “Hesa vikuna skal eg renna tríggjar ferðir.”

Renn saman við øðrum
Tað ger bæði tað, at tað er verri at avlýsa – og so er tað eisini hugnaligari at renna saman við øðrum, eini vinkonu, starvsfelaga – ella melda teg inn í eitt rennifelag. Í Bragdinum til dømis er ein bólkur, sum verður nevndur Skjaldbøkurnar, og har kunnu øll vera við.

Ven eisini okkurt annað
Um tú bara rennur, kann tað kanska gerast eitt sindur einstáttað. Til dømis kunnu styrkivenjing og yoga gera teg til ein betri rennara.

Skriva rennidagbók
Um tú ikki heldur teg merkja framgongd eftir eina tíð, so er eitt hugskot at skriva rennidagbók. Tað kann vera motiverandi at leggja til merkis, hvussu nógv tú í roynd og veru hevur flutt teg síðan dag 1.

Lekkur útgerð
Tað er bara stuttligari, um tú hevur røttu útgerðina. Góðir skógvar eru týdningarmiklir, men eisini er umráðandi við einum góðum jakka, sum kann verja ímóti vindi og veðri.

Kelda: iform.dk




Viðkomandi greinar