So var hetta ikki eftir!
Á heimasíðuni hjá The Conquror ber til at velja ímillum nógvar ymiskar spennandi avbjóðingar, so sum Mount Everest, Eingilska Kanalin, Giza pyramidurnar o.m.a. Eg valdi so at melda meg til “Inca Trail” avbjóðingina.
Soleiðis gert tú
Tá tú hevur meldað teg til og tikið appina niður á telefonina, so er bara at fara í gongd við at venja. Tú kanst ganga, svimja, ríða, súkkla, renna ella hvat tú nú hevur hug til. Alt verður skrásett og inni á appini ber til at fylgja við í, hvussu langt, tú ert komin. Inca Trail-túrurin, sum m.a. gongur ígjøgnum eitt av heimsins sjey undrum, Machu Picchu, hevur street view, so tú hevur møguleika at síggja, hvussu tað sær út, har sum tú stødd. Tú sært eisini rutuna, øll hini, sum eisini luttaka, og harafturat fært tú myndir og fakta um støðini.
Medalja, t-shirt og trø
Tú velur sjálv, tá tú meldar til, um tú vilt keypa blusu eisini. Fyri luttøku og eina stuttliga og nokkso flotta medalju, kostar tað umleið 250 kr – og við blusu umleiðs 500 kr. Hvørja ferð, tú hevur lagt 20% av teininum afturum, verður eitt træ sett niður – tað kostar ikki eyka – og síðan august 2020 siga tey seg hava sett yvir 450.000 trø niður.
Facebook-bólkur
Sjálvandi er ein Facebook-bólkur knýttur at heimasíðuni, har tú kanst deila myndir og “práta” við onnur.
Hevur tú hug at royna teg á Route 66, Kilimanjaro, Camino de Santiago ella kanska onkra heilt aðra staðni, so kanst tú lesa meira við at trýsta her.