Bloggur

Kaffigrugg gevur fastari og smidligari húð

Kaffigrugg er tað, sum er eftir í kaffifiltrinum, tá kaffið er liðugt bryggjað. Og kaffigruggið kann brúkast til mangt og hvat. M.a. er tað so sera gott fyri húðina.
08.02.2021

Skrubbar tú húðina við kaffigruggi, økist og stimbrast blóðrenslið, orsakað av koffeininum í kaffinum. Hetta ger, at ótørv í undirhúðini verða skjótari førd víðari til nýru og livur, sum síðani hjálpa kroppinum av við hetta. Kaffisýran, sum er í kaffigrugginum, stimbrar kollagen-framleiðsluna, og hetta ger húðina fastari og smidligari. Natúrligu oljurnar í grugginum hjálpa at væta og bleytgera húðina. Eisini eru nógv bótarevni í grugginum, har eitt tað týdningarmesta er klorogensýra, sum m.a. tálmar bruna.

Kaffigrugg við at dyppa
Í Sandagerði eru nógvar, sum hava kaffigrugg við, hvørja ferð, tær dyppa. Eftir at hava gjørt seg vátar, gníggja tær gruggið inn í húðina og fara síðani útí aftur og skola tað av aftur. Hetta er nakað, eg ætli at fara at gera framyvir, hoyri bara gott um tað. Eisini ber til at blanda sand í gruggið ella oljur og annað gott.

Uppskrift til gott kropsskrubb
Henda uppskriftin er úr bókini: “Leyp á bláman” hjá Kitty May Ellefsen. Hon er góð fyri ringa og turra húð. Sigst eisini hjálpa fyri pirrur, cellulitis og aðrar húðtrupulleikar. Fleiri aðrar uppskriftir við kaffigruggi eru eisini í bókini.

Tú skalt brúka:
75 g av malnum kaffi
2 ssk av kókandi vatni
1/2 dl av rørsukri
2 ssk av sjósalti
6 ssk av mandluolju
20 dropar av appilsinsaft

Rør kaffi og kókað vatn saman, til tað verður fast og turt. Rør sukur og salt í, síðani mandluolju og at enda appilsinsaft (fyri anga og C-vitaminir). Goym í lufttættari eskju í køliskápinum.

Kaffigrugg er gott til nógv annað
Hálar gongubreytir, betri saknutøð, nálapútu, moyrt kjøt, snús, træmøblar kanst tú millum annað brúka kaffigrugg til. So nú er at lata vera við at blaka tað burtur. Tað kanst tú lesa meira um, við at trýst her.


Keldur: takeabreakspa.dk og “Leyp á bláman”




Viðkomandi greinar