Eru tit klárar til Kvinnurenningina?
Áðrenn fyrstu Kvinnurenningina í 2009, segði eg altíð, at eg fór aldrin at renna. Eg skilti ikki fólk, sum hildu, at tað var stuttligt og gott at renna! Helt avgjørt ikki, at tey sóu út til at njóta nakað sum helst, tá tey komu stunandi niðan eina brekku við sveittabrot! Hvat gott var við tí? Men eg bleiv klókari ...
Altíð ein góð kensla aftaná
Tað ringasta við at renna er tað at koma avstað! Ert tú komin í renniklæði og út um hurðina, so er sloppið! Og fyri nógvar er tað ein góð motivatión at vita, at har standa fleiri aðrar raskar kvinnur klárar at renna saman við tær. Og tú angrar ongantíð ein rennitúr, tí kenslan eftir túrin er barasta so góð. Tá eydnuhormonirnar streyma runt í kroppinum, og tú kanst gleðast um, at hava gjørt nakað gott fyri teg sjálva.
Bragdarkvinnur rokka!
Sum sagt byrjaði mítt renniævintýr saman við Bragdinum í 2009, tá skipað varð fyri felagsvenjing til Kvinnurenningina. Har varð dentur lagdur á, at læra okkum at renna rætt fyri at sleppa undan skaðum – at vit altíð skuldu lurta eftir kroppinum og ikki gera ov nógv av í byrjanini.
Eg renni enn saman við rokkutu Bragdarkvinnunum, sum Facebook-bólkurin eitur. Og í Bragdinum sum heild verður skipað fyri nógvum renningum, t.d. rennitúrar allar kirkjurnar í Eysturoynni, jólatræsrenning, túrum uttanlands til ymisk hálv og heil marathon o.m.a. Hjá mær er tað blivið til tvey marathon, eitt í Keypmannahavn og eitt her heima – fantastiskar upplivingar! Fyri tíðina renni eg tíverri hvørki langt ella ofta – men royni at fara av og á – sum tað passar inn í gerandisdagin, sum hann er nú.
Umframt at renna saman, verður skipað fyri øðrum í bólkinum eisini. Til dømis tá halgidagar fella á teir dagarnar, har annars felagsvenjing er, tá verður runnið um morgunin, og síðani er hugnaligur morgunmatur aftaná, har øll hava okkurt smávegis etandi við, og Bragdið bjóðar te og kaffi í felagshúsinum. Soleiðis var til dømis hósdagin, sum var Kristi Himmalsferðardagur. Myndin omanfyri er frá venjingini.
Vælkomin á skjaldbøkuferð
Týsdagar kl. 17 renna vit í bólkinum “skjaldbøkurnar”. Tað vil siga, vit renna og ganga – og har skal eingin smæðast fyri at koma við, tí navnið lýsir so væl okkum í bólkinum. Eisini er venjing hósdagar kl. 17, har allar kunnu vera við. Tá verða intervall runnin og styrkivenjing aftaná – og aftur har, er tað mest umráðandi, at tú lurtar eftir kroppinum. Kom við!
Hevur tú meldað til Kvinnurenning?
Nú nærkast av álvara – og hevur tú ikki meladað til enn, so kanst tú gera tað við at trýsta her.