Marjun Thomsen í leysari luft
Marjun Thomsen býr í Hoyvík, hon er júst vorðin 57 ár og henni dámar sera væl at hava nógv jørn í eldinum. – Sivilstøðan sum støk er einastandandi, sigur Marjun, sum eigur tvær døtur og tvær ommudøtur – og eitt ommubarn er á veg. Marjuni dámar væl at fara til konsertir og tiltøk av ymum slagi – og umframt at fara út at lufta dansiskógvarnar av og á, gongur hon túrar í fjøllunum, rør, ríðir og ger yoga. Eg forvitnist eftir, hvat hetta gevur henni, bæði kropsliga, sálarliga og sosialt ...
Hvussu ofta og hvat venur tú?
– Um veturin gangi eg til yoga, so at siga hvørt mánakvøld. Deilig venjing og avspenning fyri kropp og sál, kvirra og nærvera, sigur Marjun, og heldur fram: – Um veturin dámar mær eisini væl at vera til spinningtímarnar í Yndi einar tvær ferðir um vikuna. Her fái eg veruliga pulsin upp og sveittabrot.
– Hvørt hóskvøld um heystið og veturin gangi eg til ríðing á ríðiskúlanum hjá Berg Hestum, greiðir Marjun víðari frá. – Har læri eg nógv um meg sjálva í mun til at fáa rossið at gera tað, sum eg vil hava tað at gera og at hava tamarhald. Her verða mín mørk ofta bjóðað av. Vit venja javnvág og fimi, og harvið venja vit kroppin at kunna geva rossinum boð. Um summarið plagi eg at vera á ríðilegu hjá Berg Hestum, har vit ríða longri túrar í føroysku fjøllunum, vit eta góðan mat og hugna okkum óført saman. Festligar skemtisøgur fáa okkum at flenna í skellilátri. Hetta hendir eisini, tá ið vit sita saman í heita pottinum – til langt út á kvøldið/náttina – og kanska reypa eitt lítið sindur viðhvørt.
Og tú rør eisini hvørja viku?
– Ja, svarar Marjun, – bæði summar og vetur eru vit nakrar 40+ kvinnur sum manna (kvinna) eitt 6-mannafar hjá Knørrafelagnum, og vit rógva vanliga leygarmorgnar. Tá vit hava fingið bátin upp aftur og inn í neystið, sita vit eina løtu saman og drekka kaffi, viðhvørt hevur onkur nýbakaðar bollar við, og so sita vit og loysa verðinsproblemini. Sum vera man, kemur nógv skemtiligt eisini upp. Einki er sum ein góð løta við árarnar saman við góðum fólki. Vit hittast eisini og venja í rógvimaskinunum hjá Knørrafelagnum. Av og á sjódyppa vit eisini og fara í heitan pott aftaná.
Tær dámar eisini at ganga í fjøllunum?
– Um summarið dámar mær so sera væl at ganga í føroysku fjøllunum, greiðir Marjun frá og heldur fram: – Útsýnið yvir oyggjarnar, angin av gróðri í haganum, at drekka vatnið úr eini klárari keldu, tað er nakað av tí besta eg veit. Hetta gevur yvirskot og gleði.
Kanst tú siga eitt sindur um summarskeiðið á Ítróttarháskúlanum í Vági?
– Bæði í summar og seinasta summar var eg á summarskeiði í Vági. Tað var heilt fantastiskt! Villir aktivitetir frá morgni til myrkurs. Samanhald, kapping og frálík sosial samvera. Starvsfólkini á Ítróttarháskúlanum fingu okkum at kappast í bólkum, har øll passaðu inn, øll vóru við, ung og gomul, og øll góvu nakað til bólkin. Hesi framúr dugnaligu fólkini á skúlanum fingu okkum at traðka út úr okkara “comfort zone,” okkara mørk blivu bjóðað av, og vit lærdu sera nógv um okkum sjálvi av tí. Vit stuðlaðu hvørjum øðrum í at klára avbjóðingarnar, róstu hvørjum øðrum fyri sigrarnar, vit vunnu, og mest tá ið vit sigraðu á okkum sjálvum. Oftani hugsaði eg í nøkur fá sekund: “hetta geri eg ikki”, men væl stuðlað leyp eg útí tað, og tað vísti tað seg, at eg kláraði tað, og hetta gav eina heilt fantastiska kenslu av at liva mitt í verðini. Mørkini høvdu faktisk longu flutt seg og forvitnið var markleyst. “Eg kláraði tað, eg kláraði tað!” ... markleysa gleðin um at eg kláraði tað ... hetta gevur yvirskot til at halda fram. Eg gjøgnumførdi allar avbjóðingarnar. Tað, sum mær dámdi serliga væl, var at síga út av berginum og sjálv avgera ferðina, at ziplina tvørtur um Múlagjógv – sum tit síggja á ovastu myndini – og so tað at rógva kajakk. Ein av avbjóðingunum, sum eg ikki helt, at eg fór at klára, var, tá ið vit fóru niður ígjøgnum eitt hol millum nakrar steinar. Vit komu niður á malargrót, í eitt lítið gróthelli, har aldurnar friðarliga skolaðu innar ... og so svumu vit út ígjøgnum gjónna, sum førdi inn til hetta helli! Hetta var heilt ótrúliga bergtakandi ... litirnir upp eftir vegginum í holuni ... litirnir á botninum undir okkum ... og so tað at svimja móti teirri róligu havalduni og ljósinum ... tá føldi eg meg veruliga at hava nærsamband við náttúruna – bæði sinniliga og kropsliga ... eg veruliga føldi náttúruna, rørslurnar í henni, vakurleikan og styrkina í henni.
Hvat gevur tað tær at røra teg?
– Tað at vera í rørslu og at røra seg regluliga, gevur yvirskot í einum skundmiklum gerandisdegi. Tað gevur ofta nýggj hugskot til at betra um okkurt, sum tú kanska heldur kundi riggað betur. Eg fái sjáldan hugskot, tá ið eg siti still í sofuni, men heldur um eg eri farin ein lítlan rennitúr ella júst havi verið til spinning ella havi verið ein ríðitúr. Eg elski hesar gerandisdagarnar, ið eru livandi og aktivir og fyltir við tí, eg velji at fylla teir við. Tað, at kunna røra seg og at hava hug at røra seg, gevur eina kenslu av at hava góða heilsu … og góð heilsa er ein gáva, eg havi fingið, og við at røra meg, fari eg væl um hana.
Hevur tú at enda eitt “gullkorn”, ið kann geva øðrum íblástur?
– Tá ið tú elskar tað, tú gert, fellir tað tær lætt ... so eg sigi bara: ”Elska tað!”, sigur Marjun stutt og greitt, og heldur fram: – Tað ræður um at vera opin, at taka ímóti og at skilja onnur ... at vera skjót at fyrigeva og at hugsa um onnur menniskju sum tín næsta. At megna tað, hevur týdning fyri, hvussu tú sjálv hevur tað og tekur tað heila. Forvitnið ger, at tú kanst vera heppin at fáa fatur á fleiri endum, sum kunnu vera áhugaverdir og gevandi. Einki er trupult, tá ið tú dugir tað, er eisini sera týdningarmikið at hava í huga, sigur Marjun at enda og eg hugsi við mær sjálvari, at hon hevur so púra rætt!