Skjót og góð venjing fyri akslar og nakka
Situr tú við teldu tað mesta av degnum, ella stingur tú nøsina í telefonina, hvørja ferð, høvi býðst? Svari bert fyri meg sjálva – og tað má tíverri blíva til: Ja og ja!
Tað kann vera hart fyri nakka og akslar, tá tú situr og kúlar teg saman framman fyri einum skermi. Við at gera hesa einføldu venjingina, kanst tú fyribyrgja spenningar og eymar vøddar. Tær nýtist bert eitt venjingarlastik og einar tveir minuttir.
Soleiðis gert tú:
Statt við røttum ryggi. Halt í lastiki við báðum hondum, so lastikið er ein lætt spent, hav armarnar strektar og lyft teir upp, so teir eru í akslahædd.
Hála nú armarnar aftureftir, so herðabløðini verða trýst saman og vend aftur til byrjanina – spakuliga og kontrollerað – og endurtak. Ansa eftir at hava ryggin rættan og armarnar uppi alla tíðina.
Tí virkar venjingin so væl
Venjingin er sera góð fyri ovara part av rygginum, akslar og nakka. Venjingin virkar ikki bara ímóti eyma kontórkroppinum, men gevur tær flottan upprættan kropsburð. Tí er tað gott at gera hesa venjingina so ofta, sum gjørligt, t.d. nakrar minuttir her og har, meðan tú ert til arbeiðis og framman fyri sjónvarpinum um kvøldið. Tíbetur viga og fylla lastikini ikki nógv og eru løtt at hava við sær, har tú fert.
Kelda: iform.dk