OMG! Hvør hevur funnið uppá, at vit skulu renna?!?
Aftur í renniskógvarnar
Nú nærkast til Kvinnurenningina, sum verður tann 25. mai í ár. Og eg vil so fegin orka bara eitt lítið sindur. Havi mungað nú eina tíð, tá eg havi sæð fólk, sum hava verið úti og runnið. Hugurin er bara betri, tá tað várar og er ljóst. Og eg minnist væl, hvussu góð kenslan var aftaná ein rennitúr – serliga saman við teimum blákløddu í Bragdinum.
Fitti rennivinurin við
Tað er so gott sum altíð stuttligari at renna saman við øðrum – lættari at koma avstað, hugnaligt prát, mann pressar hvønn annan eitt sindur o.s.fr. Men mín “fyrsti” rennitúrur var rættiliga impulsivur, so eg spurdi ferføtta rennimakkaran, um hann kom við. Og hann var “fyr og flamme” beinanvegin!
Vanligi túrurin
Ahh, ein góð kensla at verið úti og renna aftur eftir yndisgøtunum í Hoydølum og Boðanesi. Ferðin var ikki nógv, kundi illa nokk kallast renning, meira smájogging kanska, tí tað er so umráðandi at byrja varliga fyri at sleppa undan skaðum – og so eisini tí, at eg orkaði snøgt sagt ikki at renna skjótari.
Altíð gott aftaná
Hóast strævið, so var 3 km stutti túrurin góður – og lekkra baði aftaná ikki minni gott – og hundurin og eg vóru samd um, at hetta skuldu vit gera skjótt aftur. Vit hálv-ungu mugu royna at halda okkum í gongd, hóast ymsu skavankirnar, vit hava fingið við árunum.
Venjing við Bragdinum til Kvinnurenningina
Nå, men annars byrjar ókeypis venjingin hjá Bragdinum til Kvinnurenningina komandi leygardag kl. 8.30 á Tórsbreyt. Venjingin er fyri ALLAR, vit ganga og renna – alt eftir, hvat vit orka. Eg fari – kom við!