Bloggur

5-stjørnað ríðilega

Enn einaferð hava vit havt eitt einastandandi gott vikuskifti hjá Berg Hestum. 15 glaðar kvinnur, sum fingu høvi at uppliva eitt framúr vikuskfti við ríðitúrum, skemtiligum løtum, heitum potti, góðum mati og ikki minst hugnaligari samveru.
28.06.2021

Frálíkur kvøldartúrur
Fríggjakvøldið hittust vit hjá Berg Hestum. Fegnar um at síggjast aftur í hugnaliga heiminum hjá Jacklin og Leif, heilsaðu vit glaðar uppá hvørja aðru, so hvørt, sum vit sessaðust við langa borðið og nutu frálíku fiskasúpanina. Og so út í fjósið at rigga til kvøldartúrin, sum byrjaði við, at vit riðu út í Havnardal og har fingu Rannvá, Sannu og Idu upp í bólkin. Tær høvdu ross í Havnardali, sum skuldu við á ríðilegu, meðan restin hevði ross frá Berg Hestum. Annars gekk túrurin vanligu leiðina oman í vøkru ánna í Havnradali – ein av yndis-reiðleiðunum hjá fleiri okkara – haðani niðan á Bøllureyn, yvir til Kleynsvarða og oman aftur til Berg Hestar. Síðani var heitur pottur, prát, hugni og skemt á skránni.

Friðarligur leygardagur
Leygardagurin plagar at vera dagurin, har vit fara ein langan túr – gjarna einar 5-6 tímar. Men veðrið var so keðiligt – vátt og vindur – so skipað varð í staðin fyri stuttligari striglikapping. Har bleiv striglað og greitt og flættað og pyntað. Vit hentaðu blómur uttanfyri og settu í halar og faks. Síðani komu dómararnir, Jacklin, Valborg og Sólja, at meta um úrslitið – og Marjun og Helma vunnu sannførandi, meðan allar hinar gjørdust flott nummar tvey. Nú var aftur tíð at eta – og eftirsum veðrið enn var so keðiligt, valdu fleiri at leggja seg eina løtu – so herligt við einum middagslúri. Vit vóru fleiri, sum vóru samdar um, at tað áttu vit at roynt oftari.

Frá striglikappingini

Lærurík undirvísing og skjótur kvøldartúrur
“Sit væl niðri í saðlinum, akslarnar aftur, rætta ryggin, snara mjadnum og akslum, hav samband við uttara teym, legg innara bein ímóti, spenn búkvøddar lætt, koyr ferð í við uttara beini, halt høvdið høgt, hygg har tú ætlar tær, albogar inn til síðuna, bleyt handlið, hælirnar niður ...” Tit, sum halda, at tað at ríða, bara er at sita á einum rossi – tit mugu halda umaftur. Hetta er multitasking, so tað forslær. Sera góð og gevandi undirvísing frá Valborg og Jacklin, sum gav bonus hjá fleiri, tá vit seinni um kvøldið fóru ein skjótan ríðitúr runt Fjallið, og rossini tøltaðu sum ongantíð fyrr. Úti í Havnardali fóru vit til stuttleikar nakrar ferðir runt á kappingarbreýtini hjá Føroyskum Íslandsrossafelagi, áðrenn vit settu í lop í mótbrekkuni nærum allan vegin niðan á – stuttligt! Komnar heim var aftur heitur pottur, prát og hugni á skránni.

Á kappingarbreytini í Havnardali

Sólríkur sunnudagur
Sunnumorunin vaknaðu vit upp til sólskin og bláan himmal. Eftir góðan morgunmat vð nýbakaðum bollum frá Leif, fóru vit so smátt at gera okkum klárar til dagsins ríðirtúr. Tað kann vera ringt at lata seg í til ein ríðitúr – og sólin skein jú oman og niðan – men eg valdi tó at fara í eina tunna troyggju eyka – tað er jú ofta kaldari í fjøllunum, tað vita vit. Vit riðu fyrst inn til vatnverkið í Villingardal – eitt deiligt strekki at ríða, við frálíkum útsýni yvir Havnina, Nólsoynna og Eysturoynna. Her lívdi heilt væl, og eg angraði næstan, at eg var farin í eyka troyggjuna, men helt, eg skuldi bíða til næsta steðg vð at fara úr henni.

Prinsurin á hvíta hestinum var eisini við! (Leif á Safir)

Nógvur vindur
Vit hildu víðari fram niðan móti Gellingarkletti – og komin niðan á, fingu vit vindin so buldrandi á okkum – so tá var er sera glað fyri eyka troyggjuna. Halar og faks, sum høvdu livað so vakurt í lotinum – stóðu nú nærum vatnrætt í ein beinan eystan – og tár og snor fóru somu leið. Men røsku rossini bóru okkum trygt gjøgnum hagan – rundan um blotar, á berari hellu, gjøgnum grýtut lendi, í bleytum, mjúkum mosa, í ósløttum brattum – og oman til Oyggjarvegin. Haðani hildu vit leiðina fram eftir gøtum yvir á Bøllureyn, har vit hildu ein steðg í lívd aftan fyri húsið. Síðani riðu vit heima aftur til Berg Hestar og endaðu enn eina minnisríka ríðilegu við góðum mati og hugnaligum práti.

Takk fyri hesa ferð
Mettar av frálíkum upplivingum og av leskiligum mati, takkaðu vit fyri okkum og fóru væl nøgdar heim. Hendan ríðilegan var samstundis ein góð upphiting til ríðiferiuna á Læsø í august, sum vit gleða okkum ómetaliga nógv til.

(myndir: Marjun Thomsen, Knút Lützen og Eyðna Simonsen)




Viðkomandi greinar