Royndarkoyring offroad í hesum!
Fyrstu ferð, eg sá bibbuskógvar, helt er teir vera ræðuliga løgnar! Tað vóru nakrir fáir serlingar, sum gingu og runnu í hesum skónum, men nú eri eg so eisini ein av teimum! Eg havi vant innandura í fleiri mánaðir í bibbuskóm – ella berfótaskóm, sum helst er rættara heitið, haldi bara, at bibbuskógvar er nokkso fitt. Mær dámar væl at venja innandura í teimum, teir hava eitt gott tak í gólvinum, tú glíðir ikki – og samstundis fáa nakrir smáir vøddar í fótunum eisini venjing – sum kanska ikki eru so lættir at fáa fatur á í vanligum skóm.
Gongutúr úti
Eg havi ikki ordiliga troystað mær út í hesum skónum, tí eg havi hugsað, at tað er ov kalt fyri føturnar. Men eg eigi eisini bibbusokkar, so pálmasunnudag skuldu sokkarnir og skógvarnir standa sína roynd úti, hóast kalt var og fitt av vindi.
Góð kensla og gott jarðfesti
Minnist tú, hvussu tað var at renna berføtt í grasi og mosa, tá tú vart lítil? Tað var eitt sindur sama kenslan, eg fekk, nú eg fór mær ein túr niðan til Vesturvarða – fyrst eftir Rossagøtuni og síðani “off-road”.
Botnurin verjir heilt ókey
Á Rossagøtuni eru sjálvandi nógvir steinar, sum stinga upp, so eg var rættiliga varin í fyrstuni. Men eg var nokkso bilsin av, hvussu væl botnurin alíkavæl vardi. Sjálvandi følir tú steinarnar betur enn í vanligum skóm, men tað var fínasta slag at ganga har.
Bleytt og lekkurt í grasinum
Ahhh, at ganga í mjúka grasinum og søkka niður í bleyta mosan – ein góð kensla, sum leiddi tankarnar aftur til barndómsins sorgleysu dagar. Uppi á Fjallinum – fjallið eitur Fjallið, har sum Vesturvarði stendur – er lendið meira grýtut, men eisini har riggaðu skógvarnir stak væl. Og takið var gott á størri steinum eisini. Lætt og stuttligt at leypa frá steini til stein – og sera gott tak í grótinum – einki við at glíða, hóast steinarnir vóru vátir.
Vátar føtur, men ikki so kalt
Skógvarnir eru ikki vatntættir, so tað var skjótt, at eg gjørdist vát um føturnar. Men tað bilti ikki, so leingi eg gekk í haganum. Komin aftur á gøtuna – og nú í hvøssum mótvindi – bleiv eg eitt sindur køld, so gott var at koma í turrar hosur og skógvar, sum lógu í bilinum.
Góð kensla aftaná
Meðan eg koyrdi heim, so kom henda góða, heita, eitt sindur prikandi kenslan í føturnar. Tað kendist, sum blóðið rann skjótt og væl – eisini út í lítlutá – eg, sum ofta gangi við fótakulda. So fyrsti túrur í haganum í bibbuskóm verður heilt vist ikki tann seinasti! Gleði meg at fara longri túrar í vár og summar, tá veðrið verður heldur betri enn henda dagin. At merkja og sansa undirlagið, tú gongur á – kenslan av at hava gott jarðfesti – tað kann tilmælast!