Sjóterapi – einastandandi fyri kropp og sál
Fyrilestur, matur, havsvimjing og mindfulness vóru á skránni fyri áhugaverda tiltakið um Sjóterapi, sum var í Havn henda vakra leygarmorgunin síðst í januar. Einar 30-35 kvinnur vóru møttar upp í Hugskotinum og prátið gekk lívliga um at dyppa, svimja á sjónum og annað. Tær flestu høvdu verið ein túr í Atlantshavinum fyrr, men nakrar vóru, sum ikki høvdu roynt hetta.
Gott fyri leti og dølskni
Tiltakið byrjaði við, at vit ótu ein góðan morgunmat, meðan Kitty May greiddi frá um hetta at dyppa/svimja á sjónum, um sjóterapi – og hvussu gott, tað kann vera fyri okkum – bæði fyri likam og ikki minst fyri sál. Visti tú til dømis, at Hippokrates, sum var lækni í Grikkalandi 3-400 ár f.Kr. var íðin forsprákari fyri sjóterapi? “Tann kaldi sjógvurin er góður fyri leti og dølskni”, skrivar hann í einum av sínum ritum.
Óvanin liggur nú í Sandagerði
Vit fingu hvør sín stein, sum var læntur frá Sandagerði til tiltakið – og Kitty May bað okkum hugsa um ein óvana ella trupulleika, sum vit fegnar vildu sleppa av við. Vit skuldu síðani halda í steininum, meðan vit gingu út í Sandagerð og ímynda okkum, at óvanin flutti inn í steinin. Komnar út í Sandagerð, løgdu vit steinin – og óvanan – frá okkum.
Og so á bláman
Kitty Mai greiddi frá um, hvussu ótrúliga umráðandi tað er, at hava stýr á andadráttinum og ikki ovanda – hyperventilera. Vit gjørdu nakrar andadrátsvenjingar og síðan lótu vit okkum úr og fóru útí. Summar blakaðu seg bara og svumu út eftir, meðan vit aðrar tóku tað meira róligt og vandu kroppin við kuldan, meðan vit spakuliga vassaðu út eftir. Har var látur og prát og fjasan og níst, meðan vatnið kom longri og longri upp.
20 sekund
Kitty May hevði greitt okkum frá, at tann kaldi sjógvurin gevur tær kuldasjokk, og tá byrjar alt tað góða at henda: Hormonini fara til arbeiðis og streyma runt í kroppinum – dopamin, serotonin, endorfinir, adrenalin. Fyri at hetta skal henda, má hitin í sjónum vera niðanfyri 15 stig – so Føroyar er perfektar til hetta! Tað tekur eini 20 sekund í kalda vatninum – tá er húðin vorðin eins køld og sjógvurin – og tá kemur tann góða kenslan. Hjá summum beinanvegin, meðan tað hjá øðrum kanska tekur nakrar vikur, men halt út! Lønin er verd at stríðast fyri.
Eftir fyrsta dypp fóru vit upp aftur og gníggjaðu kaffigrugg á húðina og so útí aftur. Og hesa ferð kendist sjógvurin knapt so kaldur. Nógvar svumu nøkur tøk, og so upp at turka sær og lata seg í aftur. Og tá er ullin tann besta at fáa inn at húðini! Buksur, troyggjur, hosur – fjálgar og mjúkar.
Vit høvdu hitað upp til dagin
Góða barndómsvinkan (og nú eisini heimsins besta dyppivinka), Joan, og eg vóru ein lítlan dyppitúr fyrr í vikuni, fyri líkasum at “hita upp” til hetta tiltakið. Vit hava annars verið eitt sindur stúrnar um, hvussu vit mundu fara at klára at dyppa um veturin. Og tað kann vera ringt at fáa alt at rigga við arbeiði, myrkri, illveðri og orku, men vit hava roynt at hála hvørja aðra avstað – í hvussu er eina til tvær ferðir um vikuna.
Innari víkingurin mátti upp í leikin
Fyrstu ferð vit dyppaðu í kava, var heilt serligt. Eg mátti leitað eftir mínum innara víkingi, men hon var har, og eftir at hava verið heilt stutt úti í, mátti eg royna at rulla mær í kavanum. Tað var kalt – men gott – og so ein lítlan túr útí aftur. Tá prikaði og sveið sjáldsama illa í lørunum. Eg hugsaði, at tað var bara tí, at kavin var so kaldur, men tá eg kom heim og fór at skifta, uppdagaði eg, at lørini vóru full í skøvum – so har hevur helst hvassur, frystur tari ligið undir kavanum. So lærdi eg tað!
Frálíka tiltakið endaði við mindfullness
Eftir føgru dyppiløtuna í sjáldsama vøkrum vetrarveðri gekk leiðin aftur í Hugskotið, har vit fingu heitt at drekka og lærdu nógv áhugavert um at svimja á sjónum, sjóterapi og allar fyrimunirnar við tí. Eisini sóu vit fitta filmin hjá Heiðriki av Heygum, sum hann gjørdi um ommu sína Mariu á Heygum, sum hvønn dag – í øllum veðri – svam á sjónum í Vestmanna. Filmurin kann síggjast her: https://vimeo.com/27986705
At enda varð ljósið sløkt og vit høvdu eina løtu við mindfulness. Inni á https://www.psykiatrifonden.dk/det-mentale-motionscenter.aspx liggja ymiskar venjingar, sum tú kanst lurta eftir, har ein rødd leiðir teg ígjøgnum venjingarnar.
Eftir hesa friðsælu løtuna við mindfulness var bert eftir at takka fyri okkum og síðani fóru vit hvør til sítt. Vit fingu allar hvør sítt eintak av nýggju bókini hjá Kitty May “Leyp á bláman”. Gleði meg at fara at lesa meira um, hvussu gott tað er at svimja á sjónum, royna uppskriftir til heimagjørt krops-skrubb o.a.