1,2,3 ruddiligt!
Býlið

1,2,3 ruddiligt!

Ert tú troytt av, at heimið tikist óruddiligt? Í veruleikanum skal ikki so nógv til. at heimið sær reint og nossligt út. Vit geva tær 7 góð ráð til, hvussu tú lættliga fært heimið at strála.
Eftir: Mynd: veitari 22.06.2020

1. Rein yvirflata

Tað er lætt at fáa heimið at tykjast meir ruddiligt og reint, um yvirflaturnar eru rudduligar. Um tað skal ganga ordiliga skjótt, kanst tú tveita tingini, ið ligga og sløðast í eina gamla skógvaeskju ella prýðiliga eskju.Tá ein tíð er liðin, og tú enn ikki hevur havt eskjuna frammi aftur, kanst tú enntá umhugsa, um tað veruliga er nakað, tær tørvar?

2. Lat hurðar og skuffur aftur

Syrg fyri, at allar hurðar eru aftur, sum til dømis hurðin til vesið, somuleiðis skuffur og skápshurðar. Tað ger stóran mun, hvussu títt heim kennist at koma inn í. Gert tú hetta til ein góðan vana, fer títt heim altíð at tykjast eitt sindur meira skipað.

3. Pussa vesispeglið

Um stundir ikki eru til, at vesið fær allan umgangin, syrg so fyri at pussa speglið. Tað er skjótt og fær vesið, til at tykjast nógv reinari, tí speglið er ofta tað fyrsta, sum ein leggur merki til, og tað endurspeglar restina av rúminum.

4. Goym uppvaskið burtur

Onki er meir ørkymlandi, enn tá uppvaskið bara veksur og veksur. Tíðin er knøpp, og tú hevur ikki stundir at vaska upp. Bara rólig, tú noyðist ikki at vísa gestunum títt skitna uppvask. Tað ber væl til at goyma nakrar skitnar grýtur í ovninum ella at fylla vaksibaljuna við uppvaskinum - og síðani seta hana í skápið undir vaskinum. Sim-salla-bimm, nú er ruddiligt aftur.

5. Slepp tær undan klædnabunkanum

Nógvar av okkum kenna óendaligu klædnakrisuna, ið hevur við sær eitt heilt fjall av klæðum á gólvinum. Hetta sær øgiliga óruddiligt út, og má goymast burtur, um tú fært gestir. Um tú ikki hevur stundir at leggja tað pent saman, syrg so fyri at goyma tað burtur, har ongin sær tað.

6. Fá skil á skjøl og pappír

Sjálvt um rokningar og kvittanir ikki mugu missast burtur, so noyðist hetta ikki at liggja frammi og sløðast, ikki so? Syrg fyri at samla tíni pappír eitt stað, har tey ikki verða burtur, men ei heldur liggja frammi.

7. Ljós og lív

Ein góður máti at gera heimið meira hugnaligt og ordiligt, er at hava frískar blómur og tendra livandi ljós. Hetta gevur eina fatan av yvirskoti, og gevur eisini tær sjálvari gleði hvørja ferð, tú bert eyga við tað.




Viðkomandi greinar