4 plantur, ið tola væl skugga
Býlið

4 plantur, ið tola væl skugga

Her eru 4 plantur, ið tú kanst seta ella heingja upp í teimum myrkaru krókunum.
Eftir: Hildu Bolstad Mortensen Myndir Veitarar 10.08.2022

Mánalýsið (Scindapsus)

Hendan plantan er løtt at hava við at gera. Hon trívist best, um hon verður vatnað eina ferð um vikuna, men tolir eisini, at tú gloymir hana av og á. Mánalýsið er ein klivurt, so tú kanst hjálpa henni við at seta ein blómupinn í pottin. Hon hóskar eisini væl sum heingiplanta. (Mynd- ovast í greinini)

Fjallapálmi (Chamaedorea elegans)

Fjallapálmi er ein dvørgapálmi og veksur seint. Um summarið skal hann hava vatn 2-3 ferðir um vikuna, men um veturin skal hann bara fáa vatn eina ferð um vikuna. Hann tolir ikki beinleiðis sólarljós, men veksur skjótari, um hann er í einum rúmi við ljósi.

Svigermors skarpe tunge (Sansevieria trifasciata)

Um tú ert nýggj innan tað grøna økið og vilt hava eina lættu plantu at byrja við, so er Svigermors skarpe tunge eitt gott boð. Tað er nærum ógjørligt at drepa hesa plantu. Hóast bløðini eru vakrari í sólarljósi, so trívist hon eisini væl í skugga. Plantuni tørvar sera sjáldan vatn og skal gerast heilt turr, áðrenn hon fær vatn aftur. Vatnið skal í undirskálina, tí annars er møguleiki fyri, at hon rotnar.

Smaragdblað (Zamioculcas Zamiifolia)

Hendan plantan er eisini løtt at hava við at gera. Hon trívist bæði í ljósi og í myrku krókunum, men tolir ikki beinleiðis sólarljós. Hon skal ikki hava ov nógv vatn og tolir væl at gerast heilt turr, áðrenn tú gevur henni vatn aftur. Um summarið skal hon vatnast aðruhvørja viku og í vetrarmánaðunum uppaftur minni.




Viðkomandi greinar