6 ting, tú ikki visti um hýasintir
Býlið

6 ting, tú ikki visti um hýasintir

Tær hava ein serligan anga, og prýða ofta í føroysku heiminum um jóltíðir, dámar tær eisini væl vøkru hýasintuna, so les við her.
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen / Myndir: Veitari 03.02.2020

1. Føroyar er eitt av fáum londum í heiminum, har hýasintin er kend sum ein jólablóma. Í restini av Evropa er hýasintin ein várblóma.

2. Tað sigst, at í 1700-talinum vóru um 2000 ymisk sløg av hýasintu, meðan talið í dag er eitt sindur yvir 100.

3. Hýasintir innihalda alkaloid og eru eitrandi, og tí kann tað í stórum mongdum vera vandamikið at fáa í seg.

4. Hýasintir hava ymiskan anga og intensitet av anga. Til dømis hevur tann bláa (Blue Pearl) ein sera kraftamiklan anga, og tann hvíta (White Pearl) er eitt sindur mildari.

5. Tey mest vanligu sløgini av jólahýasintum eru Anne Marie, Pink Pearl, Ostara Atlantic, Delft Blue, Carnegie og White Pearl.

6. Tað tekur umleið fimm ár hjá einari hýasint at fáa ta støddina, vit aloftast seta í vindeygakarmin um jóltíðir.




Viðkomandi greinar