Brimheim "Eitt gott heim er har, eg kann vera saman við Lorri og sleppa at vera kreativ"
10 myndir
Brimheim "Eitt gott heim er har, eg kann vera saman við Lorri og sleppa at vera kreativ"
Eftir: Rebekka Manuela Behrend Myndir Esther Kofoed 24.03.2025

"Ljóðføri, málningalist, lampur og nógvar plantur. Tað er tað týdningarmesta og virðismiklasta inni í heiminum. Tað avger huglagið og ger, at eg trívist", sigur Helena Heinesen Rebensdorff, betur kend sum Brimheim. Hon og konan Lorri búgva í einari leiguíbúð í hjartanum á Malmø í Svøríki. 

 

Faktaboks
Helena Heinesen Rebensdorff er 35 ára gomul. Hon býr í Malmø í Svøríki saman við Lorri, sum hon bleiv gift við  í 2019.  Helena er útbúgvin kandidat í sangskriving og tónleikaframleiðslu frá Rútmiska Musikkkonservatoriinum í Keypmannahavn. Hon arbeiðir sum fulltíðar tónleikari í bólkinum Brimheim.

Tað er eitt hanagleiv frá Keypmannahavn, har Helena Heinesen Rebensdorff hevur slitið sínar barnaskógvar og hevur sína dagligu gongd sum tónleikari. Tó er Malmø heilt øðrvísi enn tann danski høvuðsstaðurin við síðuna av. Býurin ýður í kreativiteti og verður eisini róptur at vera kreativa miðjan í Svøríki. Kreativu størvini og íverksetan stendur í stórum vøkstri. Eins og inni í býar-íbúðini í Södra Parkgatan – heima hjá Helenu Heinesen Rebensdorff og konuni Lorri. 

Helena býður okkum vælkomnum í hugnaligu íbúðini, sum er innrættað við bæði nýggjum møblum, arvagóðsi og nógvum endurnýtslu gulli. Tað er stílreint – og tað eru plantur, lampur og list, sum skapa huglagið.  

Orsøkin til, at Helena og konan Lorri hava valt at búsett seg í Malmø í Svøríki, er einføld. Lorri, ið er úr USA, hevur ikki uppihaldsloyvi í Danmark. Harafturat hevur tað týdning, at Helena kann hava sína dagligu gongd í Keypmannahavn, og tá er hent at búgva í Malmø, sum liggur beint við síðuna av Keypmannahavn. 

– Eitt gott heim er har, eg kann vera saman við Lorri og sleppa at vera kreativ. Meira leggi eg ikki í tað. Síðani hevur tað eisini týdning, at eg kann sleppa at seta mín listarliga dám á heimið við mínum málningum og lutum, sum hava eina søgu. Sjálvandi er tað eisini praktiskt, at tað beint nú ikki má vera alt ov langt frá Keypmannahavn, har sum eg havi mína dagligu gongd sum tónleikari, greiðir Helena frá.

 

Tað hevur ikki so stóran týdning, júst hvar Helena býr. Bara hon hevur fólk rundan um seg, sum hon er góð við, og ikki minst, at hon sleppur at dyrka tað kreativa.

 Svenski býurin Malmø er kendur fyri at hava lutfalsliga nógvar tjóðskapir í mun til talið á íbúgvum. Helena Heinesen Rebensdorff umboðar ein føroyskan/danskan. Tó ger hon greitt, at hon kennir seg í øllum førum sum ein keypmannahavnara við føroyskari sál.

 - Eg eri ein ordilig “københavner-pige”. Eg vaks upp mitt í Keypmannahavn, og í dag er tað eisini har, eg havi mítt lív og yrki. Tí kenni eg meg bæði sum dana og føroying. Tað veldst alt um, hvussu dagurin er, og hvar eg eri tann dagin. Danir kunnu vera truplir at fáa eitt tætt samband við, um tú ikki hevur kent teir alt lívið. Onkursvegna eru teir ikki serliga opnir. Soleiðis upplivi eg ikki føroyingar. Teir eru meira opnir og gávumildir, og tí kenni eg meg betur aftur í, sigur Helena.

 

Næstan alt er úr endurnýtslu

Sum heild prýðir nógv málningalist, sum Helena sjálv hevur gjørt, heimið. Eru tað ikki hennara málningar, eru tað vinfólk, ið hava málað. Eg varnist beinanvegin, at tað bara eru málningar av kvinnum ella kvinnuligum skapningum. Tað er eisini serliga tað kvinnuliga kynið, sum hevur týdning í lívinum hjá Helenu. Mamma hennara, Elin Brimheim Heinesen, sum altíð hevur stuðlað henni, og ikki minst Lorri, sum er besti vinur hennara, kona og umboðsstjóri.

- Eg havi gjørt hendan málningin, sigur Helena og peikar á málningin av eini kvinnu, sum drekkur vín. Kvinnan er nakin og sær sorgarbundin út. Hetta er eisini mín yndis, ger Helena greitt.

 

Málningurin hevur tað sama dapra huglagið sum hinir málningarnir, Helena hevur gjørt. Og at kvinnan er nakin, myndar eisini tað ráa og erliga í listini hjá Helenu.  

Helena lýsir heimið at vera ein blandingur av bohemiskum lívsstíli, sum er tilgjørdur og hevur ein  altjóða dám. Harafturat dámar henni væl sokallaða modernaða miðaldrarliga stílin.

 - Næstan alt er keypt í endurnýtslu. Eg gangi ikki so høgt upp í merkivørur, tí tað er ikki tað, sum neyðturviliga avger, hvussu lekkurt rúmið blívur. Tað eru detaljurnar, ið gera tað. Grønar pútur til dømis. Og serliga ljósið. Nóg mikið av ljósi og lampum í ymiskum litum og skapum. Tað skapar hugna og huglag; onkrar eru meira kaldar, meðan aðrar hava appilsingult ljós. 

 Greinin er úr Kvinnu 5 í 2022

Myndir
10 myndir
<p>- Eg dyrki hendan. Hetta er ein dansari, sum vit møttu í New York. Margaret eitur hon. Hetta var rættiliga tilvildarligt. Eg var úti og át, og tá kemur ein eldri kvinna yvir til mín. Vit byrja at práta. Hon var so fitt og sjáldsom. Meini, at hon var á leið 76 ára gomul og hevði ein sjeik, sum var á leið 25 ár. Hon beyð okkum heim til sín. Heimið var eitt stórt dansihøli við einum stórum klaveri. Hetta var ein kvinna, sum kom frá eini ríkari bakgrund og tískil kundi gera júst tað, henni lysti ...</p>

- Eg dyrki hendan. Hetta er ein dansari, sum vit møttu í New York. Margaret eitur hon. Hetta var rættiliga tilvildarligt. Eg var úti og át, og tá kemur ein eldri kvinna yvir til mín. Vit byrja at práta. Hon var so fitt og sjáldsom. Meini, at hon var á leið 76 ára gomul og hevði ein sjeik, sum var á leið 25 ár. Hon beyð okkum heim til sín. Heimið var eitt stórt dansihøli við einum stórum klaveri. Hetta var ein kvinna, sum kom frá eini ríkari bakgrund og tískil kundi gera júst tað, henni lysti ...

<p>Tað skal vera ómakaleyst at taka ljóðførini fram, og tí hevur Helena eisini tilvitað prýtt rúmini við ljóðførum. Umframt tað hevur tað persónliga nógv at siga. Tað melankolska, sum eisini eyðkennir Helenu sum tónleikara, er gjøgnumgangandi og setur sín dám á heimið.</p>

Tað skal vera ómakaleyst at taka ljóðførini fram, og tí hevur Helena eisini tilvitað prýtt rúmini við ljóðførum. Umframt tað hevur tað persónliga nógv at siga. Tað melankolska, sum eisini eyðkennir Helenu sum tónleikara, er gjøgnumgangandi og setur sín dám á heimið.