Dyrka ingifer í vindeygakarminum
Soleiðis dyrkar tú ingifer:
* Keyp eina fríska ingiferrót og lat hana spíra.
* Planta ingiferrótina við spírunum uppeftir í ein pott (uml. 20 cm) við holi í botninum. Stoyt eisini eitt sindur av mold oman á ingiferrótina.
* Set pottin í vindeygakarmin, har mest sól er og har hitin í rúminum altíð er +20 stig.
* Vatna ingiferplantuna eitt lítið sindur hvønn dag fyrstu dagarnar.
* Tá spírar síggjast, er neyðugt at vatna væl hvønn dag, men lat ikki rótina standa í vatni. Tað er gott fyri plantuna at fáa taðingarevni triðju hvørja viku - nýt altíð taðingarevni, sum er egnað til etandi plantur.
* Eftir umleið 10 mánaðum er klárt at heysta títt heilt egna ingifer.