Størri pott
Potturin, sum kryddurtirnar eru í, tá ið tú keypir tær í handlunum, er ikki ætlaður til, at plantan skal vaksa í honum. Hon er alt ov tætt plantað til at kunna vaksa, so planta um í ein størri pott við eitt sindur av nýggjari mold.
Vatna væl
Kryddurtirnar skulu vatnast regluliga – jú heitari veður, jú meiria vatn. Tá ið tú vatnar, er eitt gott huskot at fylla vaskið við vatni og síðan seta kryddurtirnar í vaskið í 10-15 minuttir, so tær súgva alla ta vætu, teimum tørvar, í seg. Lat vatnið verða lunkað - kalt vatn gevur rótunum eitt sjokk. Um tínar kryddurtir standa í leirpottum, skulu tær hava meira vatn enn plantur í plastpottum.
Ljós
Kryddurtirnar trívast best í ljósið, tí er ein vindeygakarmur móti vesturi besta staðsetingin hjá kryddurtunum.
Tøð
Um veturin er ikki neyðugt at tøða, men frá umleið mars mánaðia er gott hjá kryddurtunum at fáa tøð.