Fyrstahjálp til monstera
Býlið

Fyrstahjálp til monstera

Sjálvtum Fingerfilodendron Monstera Deliciosa er rættiliga løtt at fáa at trívast og vaksa, so kann tað henda, at plantan við stóru bløðunum ikki trívist. Vit geva tær her góð ráð, um tín monstera hevur fingið onkra avbjóðing.
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen / Myndir Veitari 02.09.2019

Bløðini á eini monstera spegla trivnaðin

• Um bløðini blíva gul/brún, so hevur hon óivað fingið ov nógv vatn. Lat moldina torna, og gev henni minni vatn framyvir. Føl við fingrinum, um moldin er turr, hon tolir væl at torna ímillum, tá tú vatnar.

• Um bløðini hava ein flottan grønan lit, so trívist tín monstera væl.

• Hinvegin, um hon hevur ein heldur veikan grønan lit, so tørvar henni føðsluevni. Skift moldina ella taða.

• Um bløðini fáa turrar brúnar plettir, so fær hon ov nógva sól. Flyt hana, so hon stendur í skugganum, hon tolir ikki beinleiðis sólarljós. Bíða við at vatna, til moldin er blivin heilt turr. Og soleiðis skalt tú gera hvørja ferð, tú vatnar.

• Um bløðini fáa svartar plettir, so stendur hon ov kalt. Flyt hana til heitari stað.  Bløðini verða ikki vøkur aftur, tak tey av, sum eru oyðiløgd, so plantan fær brúkt orkuna til restina av plantuni.

• Um bløðini blíva turr og bleik so gev plantuni eitt pláss við meira skugga.




Viðkomandi greinar