Ger reint við sitrón
Býlið

Ger reint við sitrón

Sitrón kann nýtast til annað enn matna - her fært tú fimm hugskot til at gera reint við sitrón.
Eftir: 14.06.2020

1: Vaska mikroovnin!
Hakka eina sitrón uppí ein kopp, fyll upp við vatni og set á hægsta hitastig inntil døgg kemur á rútin. Lat síðani standa í 15 minuttir.
Nú er lætt at vaska feitt og matleivdir innan úr mikroovninum.

2: Krom í baðirúminum 
Tað kann vera ringt at hava við at gera, tí plettir og fingrar síggjast so lætt á. Men tær nýtist ikki dýr og umhvørvishørð vaskievni. Gníggja við eini hálvari sitrón, og vaska av aftur við vatni. Turka við bleytum klúti.

3: Góður angi inni
Hita eina stóra pannu við vatni og sitrónum, sum eru skornar í skivur. Tú fært ein lættan, frískan anga inni - og eingi skaðilig evni.

4: Blettir á klæðunum
Gníggja blettirnar við salti og sitrón, lat tað virka í 30 min og vaska síðani eftir við vatni, blandað við einum sjatti av eddikki. Kann eisini nýtast til sart toysløg. Riggar eisini móti bæði rust- og sveittablettum (má tó kanska endurtakast nakrar ferðir við rustblettum og torna ímillum).




Viðkomandi greinar