Ger tað fjálgt við krukkum í havanum
8 myndir
Ger tað fjálgt við krukkum í havanum
Eftir: Kvinnu 01.07.2024

Lív Petersen er útbúgvin gartnari og starvast í garðsbúðini hjá Bygma Balslev. Hon ráðgevur í øllum frá at skera trø, halda plenu, val av plantum, tøð og at velja røttu moldina. Vit fáa her góð ráð frá Lív til at gera tað fjálgt í havanum við krukkum

 

Samanseting av krukkum
– Eitt gott hugskot er at seta ein bólk av krukkum saman, sigur Lív.

Hon viðmælir, at mann til dømis keypir krukkur í ymiskum hæddum og blómur í somu nuansum fyri at skapa eina góða harmoni.


–  Tað er øgiliga gott at halda seg til ein lit í einari krukku – ikki brúka tríggjar plantur í hvør sínum liti. Hugsa um harmoniina, sigur hon. Tú skalt eisini hugsa um, nær planturnar blóma, um tú brúkar staudir – tí tá hevur tú okkurt at hyggja eftir nærum alt árið. Leykir kanst tú blanda uppí, so okkurt hendur í krukkuni longu frá tíðliga á árinum.

–   Fyri at fáa planturnar at trívast í krukkum, er tað umráðandi, at tað er gott dren í krukkuni, so regnið ikki fyllist rundaum um røturnar. Eg plagi at brúka lecasteinar ein góðan triðing í botnin, síðani mold sum kann keypast við kálk og tøðum í. Og so skal plantan í, greiður Lív frá.

 

Ikki alt ber til, men nógv ger
–   Man skal aldrin siga aldrin, sigur Lív, tá vit spyrja, hvat man skal halda seg frá í Føroyum.
– Í Føroyum er veðrið ein stór avbjóðing, men tað er nógv, sum letur seg gera hóast alt. Eg hoyrdi um eina, sum fekk seks perur í fjør. So man skal ikki lata seg avmarka, haldi eg.
Men sjálvandi eru summar plantur, sum eru meir skotsikrar, enn aðrar og tá nevnir Lív Hortensia, sum er væl egnað til føroyska veðurlagið.

 Lív Petersen er klár við ráðgeving, um tú vitjar í garðsbúðini hjá Bygma Balslev, har tú finnur eitt stórt úrval av blómum og hópin av serstøkum krukkum.

– Hon er vøkur, sær út av nógum og kann standa alt summarið. Tað snýr seg bara um at geva henni røttu røktina. Røktar tú rætt, kemur tú langt. Og veitst tú ikki heilt sjálv, skalt tú bara leita tær hjálp, har tú keypir planturnar, sigur Lív.

 

 

Myndir
8 myndir
<p>Í Garðsbúðini hjá Balslev kemur nýggj vøra hvørja viku í summarhálvuni.</p>

Í Garðsbúðini hjá Balslev kemur nýggj vøra hvørja viku í summarhálvuni.